Árni Frederiksberg úr KÍ, sum fyrr í mánaðinum bleiv kosin ársins spælari hjá monnum, hevur eisini skorað ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum.
Málið bleiv skorað við Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið 28. apríl móti HB, tá Árni Frederiksberg við beinleiðis frísparki í yvirtíðini javnaði til 2-2.
Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt varð saman, hevði Árni Frederiksberg fingið umleið 60 prosent av teimum væl omanfyri túsund atkvøðunum.
(Mynd: Hans Erik Danielsen)
Umframt heiðurin, fekk Árni eisini eina minnisplátu við áskriftini um, at hann skoraði ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá Effo.
Tilsamans vórðu 490 mál skoraði í fremstu deildini hjá monnum farna kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald