Subs:
Benjaminsen
Hetta sæst á listanum á almennu síðunum hjá Heart of Midlothian yvir byrjanaruppstilling og hóp til dystin móti Motherwell.
![]()
Hann verður spældur á Fir Park klokkan 14.00, og ungi føroyingurin kann koma inn á fyrsta sinni í skotsku Premier League.
Hearts keypti strandingin frá Víkingi fyrst í september. Síðani hevur Aron Benjaminsen avgjørt ein U21-landsdyst, spælt á A-landsliðnum á fyrsta sinni og víst seg væl fram í dysti fyri eyka/ungdómsliði hjá Hearts.
Fyrstu málini hjá Aroni í skotskum fótbólti: Stong inn og beinleiðis fríspark
Í løtuni hevur Hearts nógvar skaðar, og Aron Benjaminsen er í dystarhópi hjá liðnum á 3. plássi í fremstu skotsku deildini.
Motherwell liggur í botninum. Liðið sendi HB úr Conference League í summar við samanlagdum 5-0 sigri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald