
Fleri av størru feløgunum í Noreg eru nú komin inn í steypakappingina. Verandi steypavinnararnir úr Fredrikstad spældu tó ikki í 1/64-finalunum sunnudagin. Jóannes Bjartalíð og teir koma við í 1/32-finalurnar, sum verða spældar hósdagin 24. apríl.
Kristiansund spældi seg í tað umfari við sigri á Melhus sunnudagin. Tríggjar deildir eru millum liðini, og eftir 13 minuttir var longu 3-0 til Kristiansund.
Útiliðið nýtti nógvar ungar mans og skifti í 2. hálvleiki nakrar spælarar inn, sum fingu sín byrjanardyst fyri besta liðið. Ein teirra er 17-ára gamli strandingurin Aron Benjaminsen.
Føroyski vongurin skifti úr Skála ÍF til norskan fótbólt fyri beint yvir einum ári síðani. Hann hevur vant nógv við besta liðnum og eisini spælt - og skorað - í onkrum venjingardystum. Nú hevur hann eisini roynt seg í kappingardysti.
Kristiansund vann 5-1. Eitt annað føroyingafelag, Ranheim (Áki Samuelsen), spældi seg eisini víðari við 4-2 sigri á felag úr lægri deild, meðan Gullbrandur Øregaard og Sandnes Ulf tapti móti Vidar úr deildini undir sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald