Seinasta dagin í 2022 vórðu seks dystir spældir í 18. umfari í Premier League.
Byrjað varð í Wolverhampton, har Manchester United vitjaði. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað var innskifti Marcus Rashford, ið avgjørdi fyri gestirnar. Innskiftur vað hann, tí hann hevði forsovið seg til ein fund, og Erik ten Hag hevði valt at revsa Rashford við at seta hann á bonkin. Við 1-0 sigrinum er United nú í topp-fýra.
Merkisvert við dystunum, sum byrjaðu klokkan 15, var, at tvey av liðunum í topp-trý snávaðu á heimavølli. Newcastle hevði undan dystinum móti Leeds vunnið sjey dystir á rað, men tað kom einki mál á St' James Park í gjár.
Í Manchester skoraði Erling Haaland - sjálvandi - aftur, men Everton, ið stríðist fyri lívinum, svaraði aftur í seinna hálvleiki. Málið hjá Demari Gray í 64. minutti tryggjaði liðnum hjá Lampard eitt stig: Tað eydnaðist at standa ímóti City-trýstinum, eisini hóast ellivu minuttir vórðu lagdir afturat.
Martin Ødegaard skoraði og legði upp í Brighton
Mikel Arteta hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði við Arsenal (Myndir: EPA)
Hetta úrslitið kann gerast dýrt hjá Pep Guardiola og hansara monnum. Eisini tí Arsenal megnaði at vinna tann á pappírinum nakað torføra útidystin í Brighton. Oddaliðið, ið nú hevur fingið 43 út av 48 møguligum stigum, var eina løtu á odda 3-0, og sum nú er er Arsenal á veg móti sínum fyrsta meistaraheiti í næstan tjúgu ár.
Seinnapartin taka grannarnir hjá Arsenal móti Aston Villa, ið ikki er heilt burtur úr botnstríðnum. Tottenham er í løtuni tvey stig frá Manchester United og Champions League-plássið. Chelsea hevur ikki havt eitt gott kappingarár, men kann við sigri á botnliðnum í dag vinna seg inn.
Premier League 18. umfar
Í gjár, 31. desember 2022
Wolverhampton - Manchester United 0-1
Crystal Palace - Bournemouth 2-0
Fulham - Southampton 2-1
Manchester City - Everton 1-1
Newcastle - Leeds 0-0
Brighton - Arsenal 2-4
30. Desember 2022
West Ham - Brentford 0-2
Liverpool - Leicester 2-1
Í dag, 1. desember 2023
14.00: Tottenham - Aston Villa
16.30: Nottingham Forrest - Chelsea
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald