Fótbóltur

Arsenal koppaði grannunum í FA Cup-finaluni

Aubameyang skoraði bæði málini fyri liðið hjá Arteta í 2-1 sigrinum og tryggjaði harvið liðnum steypið og evropeiskt atgongumerki. Hetta var fyri 14 ferð, og Arsenal er sterkasta felagið í heimsins elstu steypakapping.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-01 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein søgulig FA Cup finala varð leikt á Wembley í kvøld. Hon var uttan áskoðarar, og Arsenal gjørdist fyrsta liðið til at koma upp á 14 finalusigrar í sera søgríku kappingini.

Tad byrjaði annars sera illa hjá monnunum hjá Arteta, tí amerikanska stjørnan, Christian Pulisic, legði longun Chelsea á odda í 5. minutti.

Í hálvfinaluni móti Manchester City skoraði Pierre-Emerick Aubameyang bæði málini fyri Arsenal, og liðformaðurin vísti aftur vegin á tjóðarleikvøllinum í kvøld. Hann javnaði til 1-1 við brotssparki í 28. minutti, og miðskeiðis í 2. hálvleiki gjørdist hann matchvinnari.

Fimm minuttir eftir 2-1 málið fekk Mateo Kovacic sítt seinna gula kort, og Chelsea megnaði ikki at svara aftur. Harvið vann Arsenal FA Cup fyri 14. ferð, og tað er met. Felagið hevur vunnið kappingina fýra ferðir seinastu sjey árini. Manchester United hevur næstflest sigrar í kappingini (12). Hetta var fyrsta steypið hjá Mikel Arteta í Arsenal. Baskiski venjarin tók yvir í desember.

Sigurin í kvøld gevur eisini Arsenal atgongd til Europa League komandi ár, og tað ger, at liðið tekur plássið hjá Wolves, ið endaði á 7. plássi - eitt pláss frammanfyri Arsenal - í Premier League. Úlvarnir kunnu tó eisini koma við, um teir vinna verandi kapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder