Fótbóltur

Arsenal styrkir verjupartin

Gabriel Magalhaes kemur úr Lille. Verjuleikarin úr Brasilia kostar beint undir 200 milliónir krónur.

2020-09-01 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arsenal hevur í nú fingið fatur á Gabriel Magalhaes. London-felagið hevur keypt brasilianska verjuleikaran frá Lille fyri 26 milliónir evrur - tað er beint undir 200 milliónir krónur.

Hetta hevur felagið kunngjørt í kvøld. 
Vinstra-beinti miðverjin hevur sambært Mikel Arteta nógvar sera góðar dygdir, ið gera Arsenal sterkari í verjukenda partinum og sum heild sum lið. 

Magalhaes kom til Fraklands í 2017 og eftir eitt sera gott 2019-2020 hava Manchester United, Everton og Napoli eisini verið eftir honum, skrivar Sky Sports.

Talan er um langtíðarsáttmála. Upplýst verður tó ikki, hvussu nógv ár talan er um. Í fjør keypti Arsenal Nicloas Pepe úr júst Lille. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder