Fótbóltur

Arsenal vann Community Shield eftir brotssparkskapping

Steypavinnararnar úr Arsenal vunnu á meistaranum úr Liverpool.

Aubameyang skoraði bæði í dystinum og tað avgerandi brotssparkið fyri Arsenal. (Mynd: EPA)

Aubameyang skoraði bæði í dystinum og tað avgerandi brotssparkið fyri Arsenal. (Mynd: EPA)

2020-08-29 19:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Dysturin ímillum steypavinnararnar og meistararnar í Onglandi farna kappingarár var í dag, tá Arsenal og Liverpool hittust í Community Shield.

Tað var Arsenal, sum legði seg á odda tá tólv minuttir vóru leiktir, tá Pierre-Emerick Aubameyang  skoraði, tá hann úr vinstru rak inn í vøllin og setti bóltin við handaru stong. Tað var tað einasta málið, sum kom fyri steðgin.

Tað var Liverpool, sum sat á spælinum tað mesta av dystinum, og tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaðu ensku meistararnir við málið frá Takumi Minamino.

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og tí var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

Arsenal skoraði øll síni fimm brotsspørk, meðan Liverpool misnýtti tað eina, tá Rhian Brewster skeyt omanfyri málið. Harvið gjørdist Arsenal vinnarar av ársins Community Shield.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder