
Tað var ikki meira enn akkurát, at føroyska landsliðið í fótbólti vann móti Malta á Tórsvølli í gjár. Dysturin, sum endaði 3-2 varð ikki avgjørdur fyrr enn beint áðrenn tíðina, sum dómarin lagdi afturat.
Og tað var tá, at myndin hjá fotografinum Jens Kristiani Vang, sum tók myndir fyri Portalin í gjárkvøldið, varð tikin.
Brandur Hendriksson hevur júst fingið eitt dreymamál við frísparki nakað uttanfyri brotsteigin, og fer út til síðulinjuna at fegnast. Her eru longu tveir harrar í hopla. Nýggja venjaragreipan í føroyskum fótbólti, Håkan Ericson og Eli Hentze.
Um tú trýstir á myndina niðanfyri sæst tú fleiri detaljur. Linjuverjin stendur bara og hyggur býtt eftir teimum báðum fegnu harrunum, venjarin hjá Malta sum stendur í bakgrundini og iðrar seg um at missa á stokkinum, og so fólk í maskum aftast myndini, sum lýsa undarligu tíðirnar vit liva í.
Ársins ítróttarmynd hevur onkur kosið hana at vera á Facebook. Líka mikið og ikki, so halda vit í øllum førum, at hon er góð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald