Eftir eitt ár í AB er Asbjørn Heðinsson aftur í 07 Vestur. Hetta hevur felagið, sum aftur brynjar seg til Betrideildina, boðað frá á heimasíðu sínari.
Leikarin, sum kann spæla á sentrala miðvøllinum og á bakkplássunum, fyllir 20 leygardagin. Sum bert 16-ára gamal leikti sandavágsmaðurin sínar fyrstu dystir í Betrideildini við barndómsfelagnum. Samanlagt hevur Asbjørn Heðinsson spælt 62 dystir í Betrideildini - 24 teirra við AB í fjør.
Asbjørn var eisini við til at spæla AB í U21-finaluna, ið felagið vann. Í 2016 og 2017 var hann partur av U17-landsliðnum sum spældi seg til og luttók til EM endaspælið í Kroatia.
Fótbóltur
Asbjørn aftur í 07 Vestur
Skjótt 20-ára gamli sandavágsmáðurin spældi farna kappingarár við AB og hevur samanlagt 62 dystir í Betrideildini.
Asbjørn Heðinsson í dysti fyri AB móti Skála (Mynd: Sverri Egholm)
2020-12-16 11:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald