Fótbóltur

Asbjørn Heðinsson heima aftur í 07 Vestur

07 Vestur styrkir seg við AB-leikara.

2020-12-13 14:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Asbjørn Heðinsson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár.

Ungi miðvallarin, sum fyllir 20 leygardagin, fekk longu sum 16 ára gamal gjøgnumbrot sítt á besta liðnum hjá 07 Vestur. Síðan eru tað blivið 62 dystir í Betri deildini, fyri 07 Vestur og AB.

- Asbjørn, hóast enn rættiliga ungur, hevur nógv at bjóða okkum, við royndum úr Betri deildini í ár, og vit fegnast um, at hann hevur valt at spæla her vesturi aftur, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder