Fótbóltur

Áskoðarar sleppa aftur til dyst

Hetta hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, og tað er galdandi frá fríggjadegnum av. Ungdómsdeildirnar byrja aftur í vikuskiftinum.

Dystur verður við Margáir fríggjakvøldið, og tá verður møguligt hjá áskoðarum at koma til dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Dystur verður við Margáir fríggjakvøldið, og tá verður møguligt hjá áskoðarum at koma til dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-25 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í hesum mánaðinum tók starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgerð um, at fyribils skuldu allir dystir í Betri Deildini hjá monnum spælast uttan áskoðarar, umframt at allar aðrar kappingar blivu steðgaðar í eitt tíðarskeið.

Betrideildin hjá kvinnum, 1. deild hjá monnum og hinar vaksnamannadeildirnar eru farnar í gongd aftur. Komandi vikuskifti sleppa tey yngru eisini á vøllin aftur at spæla sínar kappingar og dystir, skrivar FSF á heimasíðu sínari. Lagt verður fyri fríggjadagin, tá umfar í Gentur U18 er á skránni.

Somuleiðis hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at frá komandi fríggjadegi, sum er tann 28. august, hava áskoðarar aftur atgongd til vallirnar kring landið. Tá spæla TB og Víkingur í Trongisvági, og í Streymnesi fær EB/Streymur vitjan av ÍF. 

FSF heitur á øll, ið eru til dystir, um at taka atlit til koronavegleiðingarnar, og minnast til at halda frástøðu, bæði áðrenn, undir og eftir dystirnar. Feløgunum er eisini framvegis álagt at fylgja koronavegleiðingunum, sum enn eru galdandi í samband við venjingar og dystir.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder