Tað verður ikki eins og tað plagar, tá eitt lið vinnur FM-heitið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, at fólk í ovfarakæti tysja inn á vøllin og gleðast saman við leikarunum.
Av tí at smittuvandin verður mettur at vera so stórur, verða áskoðarar í Sarpugerði seinnapartin, bidnir um at vera verandi á áskoðaraplássunum tá KÍ fær steypið.
- Vit vóna sjálvandi, at fótbóltsdysturin verður sum ein og hvør annar dystur við nógvum áskoðarum og góðum hýri kring vøllin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við heimasíðuna hjá felagnum.
Hann undirstrikar tó týdningin av, at øll kring vøllin virða avgerðina um, at áskoðararnir á hesum sinni mugu hyggja at steypahandanini frá áskoðaraplássunum.
Dysturin millum Víking og KÍ byrjar klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald