Fótbóltur

Áskoðarar steðgaðu dyst hjá Cristiano og Juventus

Cirstiano Ronaldo skoraði sítt fyrsta mál fyri Juventus í dystinum.

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-08-13 15:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Cristiano Ronaldo og Juventus fingu bara loyvi til at spæla 72 minuttir av árliga vinardystinum móti eykaliðnum. Fyrstaliðið førdi 5-0, tá áskoðararnir høvdu sæð nokk.

Í gjár var árligi vinardysturin millum tey bæði liðini hjá Juventus í Villar Perosa. Dysturin verður spældur á fótbóltsvølli, sum Agnelli familjan, sum eigur stóran part av Juventus, hevur heima í heimbygdini.

Ronaldo skoraði eftir 8 minuttir, tá hann koma einsamallur móti málmanninum. Hann var tryggur, tá hann bankaði bóltin upp í málhornið. Paolo Dybala skoraði síðani tvær ferðir, áðrenn Claudio Marchisio skoraði til endaliga úrslitið 5-0 eftir 53 minuttir.

Tá 72 minuttir vóru spældir, runnu teir flestu av teimum 5000 áskoðarunum inn á vøllin, og dysturin varð blástur av, skrivar ESPN. Siðvenja er, at hesin árligi vinardysturin verður blástur av, tá áskoðararnir hava sæð nokk. Í fjør vardi dysturin í 50 minuttir áðrenn áskoðararnir runnu inn á vøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder