Fótbóltur

Ásla er fyrsta kvinnan á forsíðuni hjá Ellivu

- Tað tendrar meg nógv, at summi fólk enn halda tað vera ógjørligt hjá einari kvinnu at liva av at spæla fótbólt, sigur Ásla Johannesen í nýggjastu útgávuni av Ellivu.

2022-02-26 16:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins fyrsta útgáva av Ellivu er nú komin á gøturnar. Á forsíðuni er 25 ára gamla Ásla Johannesen, sum hevur sett alt til síðis, fyri at blíva yrkisspælari. Hon vil flyta mørk og spælir ikki bara fyri seg sjálva. Hon spælir fyri hinar ungu spælararnar, ið eisini droyma um eitt lív sum yrkisspælarar. Hon er eisini fyrsta kvinnan, sum er á forsíðuni hjá Ellivu.

- Tað tendrar meg nógv, at summi fólk enn halda tað vera ógjørligt hjá einari kvinnu at liva av at spæla fótbólt. Bara tað í sær sjálvum er næstan nóg mikið til at eg blívi uppaftur meira uppsett, sigur Ásla Johannesen, sum spælir við AGF.

Í hesi útgávuni ber eisini til at lesa um Sølva Vatnhamar, sum heldur vildi vinna eitt FM við Víkingi, enn fleiri við onkrum av hinum stóru feløgunum. Ellivu hevur eisini verið á vitjan á Argjum, har tað er innrás av útlendskum spælarum.

- Í løtuni eru vit í holt við at vísa AB fram. Vit skulu gera okkum lekkur, so vit kunnu tekkjast útlendskum íleggjarum, sigur Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri í AB.

Tað ber eisini til at lesa um GÍ og týdningarmikla málið hjá ”Addi” í 2005, um kvinnulandsliðið, sum vann á Wales í 1995 og um fyrsta føroyingin í enskum fótbólti, Julian Johnsson. Hartil hevur Olga Kristina Hansen valt sínar bestu 11, Magni Mohr skrivar um gransking í kvinnufótbólti og Jákup Ósá letur tølini tala. Tølini siga, at føroyskur fótbóltur hevur ongantíð verið betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder