Fótbóltur

Atgongumerkini skrædd burtur

1100 atgongumerki til steypafinaluna vórðu seld upp á fáar minuttir.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-01 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er stórur áhugi at sleppa til finaluna um løgmanssteypið leygardagin millum Víking og HB.

Fótbóltssambandið sett 1100 atgongumerki til sølu klokkan 18, og fáar minuttir seinni var alt selt.

Orsøkin til fáu atgongumerkini er koronatilmælini.

- Vit mugu rættað okkum eftir myndugleikunum og teirra koronatilmælum, og tí sleppa bara eini 1100 áskoðarar á Tórsvøll leygardagin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.

Finalan um løgmanssteypið verður leygardagin 5. desember klokkan 16.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder