Annað

Atlantic Airways og Flogbóltssamband Føroya leingja samstarvið

Flogfelagið hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá flogbóltinum, og nú stórt fet verður tikið ið at luttaka í CE-kappingunum, er hendan stuðulsavtalan uppaftur meira umráðandi fyri Flogbóltssambandið.

- CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur formaðurin (Mynd: Sverri Egholm)

- CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur formaðurin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-06 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Atlantic Airways og Flogbóltssamband Føroya skrivaðu í gjár undir sáttmála, sum leingir sponsoravtaluna millum Flogbóltssambandið og flogfelagið.

Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá FBF, og nú stórt fet verður tikið við at luttaka í CEV EuroVolley undankappingunum á bæði A- og U-landsliðsstøði, er hendan stuðulsavtalan uppaftur meira umráðandi fyri Flogbóltssambandið.

- CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál

[object Object]
Mynd: Flogbóltssambandið

Hetta sigur Peter Holm, formaður í FBF, eftir at hann og Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways, undirskrivaðu avtalu um, at samstarvið heldur fram.

Umframt stóru evropeisku kappingarnar, skal føroyskur flogbóltur eisini luttaka í norðuratlantisku NEVZA kappinginum í ár.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder