Atlantic Airways og Hondbóltssamband Føroya hava longt samstarvið, og verður Atlantic Airways sostatt framvegis ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF næstu árini.
– Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá HSF í meira enn 10 ár. Saman við teimum hava føroysku landsliðini ferðast út í alt Europa og verður ferðingin ikki minni komandi tíðina, nú okkara landslið vinna seg alsamt longri fram, skrivar HSF í tíðindaskrivi.
Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways, og Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini í HSF, hittust herfyri vesturi á flogvøllinum at skriva undir nýggja sáttmálan, sum er galdandi til 1. januar 2026.
– Atlantic Airways hevur altíð stuðlað HSF og føroyskum landsliðshondbólti, og tað hevur verið stuttligt at fylgja við stóru menningini seinastu árini. Sum tjóðarflogfelag eru vit bæði glað og errin av at flúgva okkara dugnaligu hondbóltslið út í heim at umboða Føroyar, sigur Jóhanna á Bergi.
– Nú stóra avbjóðingin við EM-endaspælinum stendur fyri framman, verður tað heilt serligt og spennandi fyri okkum at kunna flúgva bæði leikarar og fleiri túsund áskoðarar beinleiðis til Berlin at stuðla føroysku spælarunum við eini stórari føroyskari hondbóltsveitslu.
Gunn Ellefsen sigur, at tað er alsamt meira avgerandi at hava gott og trygt ferðasamband út í heim, so hvørt sum uppgávurnar hjá landsliðunum verða størri og fleiri.
– Hetta hevur Atlantic Airways leypandi borgað fyri, og vóru vit serstakliga fegin um mongu fráferðirnar, sum vóru settar inn í sambandi við EM-endaspælið hjá A-landsliðnum hjá monnum í Berlin í Týsklandi í januar komandi ár, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald