placeholder
Fótbóltur

Atlantic stuðlar øllum landsliðunum

Fótbóltssamband Føroya og Atlantic Airways hava skrivað undir nýggja stuðulsavtalu, ið fevnir um øll landsliðini hjá FSF.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Chriatian F. Andreasen - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Chriatian F. Andreasen - Mynd: Hans Erik Danielsen

2018-09-10 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Atlantic Airways hevur í mong ár verið hollur stuðul hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Nú hava Atlantic Airways og Fótbóltssamband Føroya skrivað undir nýggjan fýra ára stuðulssáttmála, sum fevnir um øll fótbóltslandsliðini, bæði hjá monnum, kvinnum og ungdómslandsliðunum.

- Øll okkara landslið fáa nú ágóðan av stuðulssáttmálanum við Atlantic Airways, og tað fegnast vit í FSF sjálvsagt um. Atlantic Airways hevur verið ein viðspælari í føroyskum fótbólti í nógv ár, og tað kennist sjálvandi væl hjá okkara spælarum at flúgva á føroyskum veingjum, tá ið teir umboða Føroyar uttanlands.

- Vit gleðast um, at Atlantic Airways á hendan hátt stuðlar menningini av føroyskum landsliðsfótbólti, sigur Christian F. Andreasen, FSF-forseti.

Eisini í Atlantic Airways eru tey nøgd við nýggju avtaluna.

- Føroyskur landsliðsfótbóltur hevur seinastu árini verið í einari sera jaligari gongd, og vit vilja gera tað, vit kunnu, fyri at vera við til at tryggja at góða gongdin í føroyskum fótbólti kann halda fram. Tað gera vit millum annað við eisini at stuðla tí góða ungdómsarbeiðnum hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnapartin leygardagin flýgur Atlantic Airways A-landsliðið við monnum og føroysku áskoðararnar beinleiðis til Pristina í Kosovo, har UEFA Nations League dystur er á skránni komandi mánadag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder