Fótbóltur

Atletico sendi United út í myrkrið

Tað eydnaðist ikki hjá Ronaldo ella liðfeløgunum at skora móti vælskipaðu verjuni hjá Simeone og Jan Oblak í málinum. Harvið skal liðið úr Madrid spæla fjórðingsfinalu - tað skal Benfica eisini eftir óvæntaðan sigur á Ajax.

Cristiano Ronaldo er ikki longur í Champions League 2021/2022. 37-ára gamli áleyparin megnaði ikki at skora í áttandapartsfinalunum móti Atletico Madrid, ið hann áður hevur sent úr kappingini

Cristiano Ronaldo er ikki longur í Champions League 2021/2022. 37-ára gamli áleyparin megnaði ikki at skora í áttandapartsfinalunum móti Atletico Madrid, ið hann áður hevur sent úr kappingini

2022-03-16 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var endað við javnleiki í fyrru dystunum, og tað vóru útiliðini, sum vunnu 0-1, tá hesar seinnu áttandapartsfinalurnar (nummar fimm og summar seks) vórðu leiktar í gjárkvøldið.

Einasta málið á Old Trafford kom fimm minuttir fyri hálvleik, tá brasliumaðurin, Renan Lodi, ið legði upp til málið hjá Atletico í fyrra dystinum, skoraði eftir upplegg frá Antoine Griezmann. Tað var annars United, ið hevði bóltin meira og hevði fleiri málroyndir í fyrra hálvleiki, og hóast jagstrað varð í ein tíma eftir málið og onkra góða málroynd, so væntaði ov nógv hugflog og góðska hjá liðnum hjá Ralf Ragnick, og verjuparturin hjá Atletico Madrid var ov sterkur fyri Ronaldo og hinar. Diego Simeone hevur enn einaferð ført sítt lið longri, enn tey flestu høvdu væntað.

Talan var um eitt risastórt vónbrot fyri Manchester United, ið helst ikki verður at síggja í kappingini aftur næsta ár, og sum aftur hetta árið sær út til at vera langt frá at vinna nakað steyp og at spæla sum eitt stórlið. 

Tað varð eisini talan um vónbrot hjá Ajax, ið á pappírinum var rímiliga greiður favorittur undan heimadystinum móti Benfica. 2-2 í Lissabon var góðtikið, men ikki nóg mikið skuldi tað vísa seg. Liðið hjá Erik ten Haag, ið er settur í samband við United, var sterkt í bólkaspælinum, men í kvøld bar ikki til at fáa mál, hóast stóra leikliga yvirvág, og í 77. minutti avgjørdi Darwin Nunez úr Uruguay uppgerðina fyri gestirnar í Amsterdam.

Benfica er higartil greitt veikasta liðið, sum hevur spælt seg í fjórðingsfinalurnar, men fyrr hava lið úr Portugal gjørt tað gott í leikluttinum sum undirtippað. Benfica hevur eisini eina stolta søgu í Evropa Cup fyri meistaralið.

Í kvøld skulu tvey tey síðstu fjórðingsfinalu-liðini finnast. Juventus er favorittur móti Villareal, men í løtuni skilur einki liðini. Chelsea skal gera arbeiði liðugt í Lille.

Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - Týsdagin 15.03

Manchester United - Atletico Madrid 0-1 (1-2 samanlagt)
Ajax - Benfica 0-1 (2-3 samanlagt)

Í kvøld - Mikudagin 16.03

20.00: Lille - Chelsea (0-2)
           Juventus - Villareal (1-1)


Útivallarmál telja ikki við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder