Fótbóltur

Atletico vann Super Cup dystin

Real Madrid megnaði ikki at halda út móti grannaliðinum.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-08-16 07:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Atletico Madrid vann í gjár Super Cup móti Real Madrid. Støðan gjørdist 4-2 til Atletico eftir longda leiktíð.

Altetico legði hart fyri á degnum, og eftir bert 52 sekund skoraði Diego Costa til 1-0, tá hann setti tveir verjuleikarar av við einum skjótum rykki. Hetta er skjótasta málið ið nakrantíð er skorað í Super Cup.

Leiðslan helt sær til 27 minuttir vóru spældir, tá Christian Bale legði eitt innlegg til Karim Benzema, sum skallaði bóltin í netið til 1-1.

Tá 63 minuttir vóru spældir skoraði Sergio Ramos brotsspark, men Diego Costa var ikki liðugur fyri dagin. Eftir 79 minuttir skoraði Diego Costa sítt seinna mál og so var 2-2.

Dysturin fór í longda leiktíð og tá skoraði Atletico tvær ferðir og vann dystin. Eftir 99 minuttir fluktaði Saul Niguez bóltin í málið, og fimm minuttir seinni skoraði Koké eftir at Atletico vóru farnir í skjótálop.

Dysturin endaði 4-2 og Atletico Madrid vunnu Super Cup.

placeholder
placeholder