Annað

Átta føroyskir badmintonspælarar stríddust fyri stigum

Spælarar úr 30 londum vóru við RSL Iceland International Future Series í Reykjavík. Bjarnhild Í Buð Justinussen og Miriam Í Grótinum spældu seg í fjórðingsfinaluna við sterkum sigrum.

Hetta er ein altjóða kapping undir BWF (Badminton World Federation), og har leikararnir fáa heimsrangstig, so at tað verður lættari hjá teimum at sleppa til slíkar kappingar á høgum stigi

Hetta er ein altjóða kapping undir BWF (Badminton World Federation), og har leikararnir fáa heimsrangstig, so at tað verður lættari hjá teimum at sleppa til slíkar kappingar á høgum stigi

2025-01-28 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá 23. til 26. januar vóru landsliðsleikarar hjá Badmintonsambandinum til RSL Iceland International Future Series kapping í Reykjavík.

Hetta er ein altjóða kapping undir BWF (Badminton World Federation), og har leikararnir fáa heimsrangstig, so at tað verður lættari hjá teimum at sleppa til slíkar kappingar á høgum stigi.

Í ár vóru luttakarar úr heili 30 londum við til kappingina. Leikararnir vóru serliga úr Evropa, men har vóru eisini leikarar úr Asia, Suður- og Norðuramerika.

Okkara leikarar høvdu fleiri góðar dystir. Bestu úrslitini fingu vit í tvímansleiki hjá kvinnum, har Bjarnhild Í Buð Justinussen og Miriam Í Grótinum spældu seg í fjórðingsfinaluna.

[object Object]
Bjarnhild og Miriam vunnu á sterkum bulgaskum pari í 1/8-finalunum. Hálendska kvinnuparið, sum tær taptu tepurt ímóti í fjórðingsfinaluni, vunnu gull í kappingini 

At luttaka í slíkum altjóða kappingum er partur av framhaldandi menningini av badminton í Føroyum

Við á ferðini vóru Magnus Dal-Christiansen, Rúni Øster, Christian Berg Petersen, Asbjørn Heide Olsen, Miriam Í Grótinum, Bjarnhild Í Buð Justinussen, Sanna Thorkildshøj, Mia Thorkildshøj, Fai Yin Wong landsliðsvenjari og Rúni Moody Simonsen ferðaleiðari.

Badmintonsamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder