FSF: Tá føroyska manslandsliðið klokkan 17:00 í dag tekur ímóti Kasakstan á Tórsvølli, verður tað sætta uppgerðin millum londini í A-landsliðshøpi við monnum. Fyri Føroyar hevur úrtøkan higartil verið tríggir sigrar, ein javnleikur, og eitt tap, og samlaði málmunurin er 8-6, við átta ymiskum málskjúttum.
Dysturin í dag er samstundis tann fyrsti í UEFA Nations League 2026/27 kappingini. Hini bæði londini í bólkinum eru Slovakia og Moldova.
Fyrstu ferð Føroyar og Kasakstan møttust var í 2003, tá kasakar vóru á venjingarlegu í Føroyum. Tveir venjingardystir vóru á skránni, sum báðir endaðu við føroyskum sigri.
Tann fyrri var á Svangaskarði 27. apríl, har Føroyar vunnu 3-2. Málini skoraðu Jákup á Borg, John Petersen og Heðin á Lakjuni. Tveir dagar seinni møttust liðini á Tórsvølli, og eisini ta ferðina fóru Føroyar av vøllinum sum sigursharrar. Úrslitið varð 2-1, og málskjúttar vóru Andrew av Fløtum og Julian Johnsson.
Í undankappingini til HM 2014 komu Føroyar og Kasakstan í sama bólk. Fyrri dysturin varð spældur í Astana, har heimaliðið vann 2-1, eftir Fróði Benjaminsen hevði lagt Føroyar á odda í fyrra hálvleiki.
Tá liðini hittust aftur á Tórsvølli í oktobur 2013, endaði dysturin 1-1. Hallur Hansson stóð fyri føroyska málinum.
Seinasta uppgerðin millum londini var í novembur í fjør, tá Føroyar og Kasakstan møttust í venjingardyst í Pula í Kroatia. Petur Knudsen skoraði einasta máli í dystinum, sum endaði 1-0 til Føroyar.
Fylgið við á FM1 og Portalinum seinnapartin og í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald