Tað gjørdist til eitt tap við átta málum hjá føroysku landsliðskvinnunum, tá tær seinnapartin spældu ímóti Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 21-13.
A-landsliðskvinnurnar spæla í dag og í morgin HM-undankappingardystir í Hvítarusslandi, og vertirnir vóru væl betra liðið í dag. Serliga í fyrra hálvleiki, har tær fingu fimtan mál meðan vit bara skoraðu sjey mál.
Seinni hálvleikur gjørdist javnur hvat málum viðvíkur. Hvítarussisku kvinnurnar høvdu trupult við at raka málið, og nógv av tí sum kom, bjargaði Annika Fríðheim Petersen í føroyska málinum. Føroyski málverjin hevði 17 bjargingar í dystinum. Hinvegin tóku okkara kvinnur ikki av í hinum endanum. Hvítarussland skoraði seks mál í seinna hálvleiki, og tað sama gjørdu vit.
Hvítarussland vann sum væntað dystin, og úrslitið gjørdist 21-13. Toppskjútti hjá Føroyum gjørdist Kristianna Henneberg við trimum málum.
Í morgin klokkan 13 skulu kvinnurnar aftur í eldin, tá tær spæla seinna dystin í HM-undankappingini í Minsk, og tá er tað Sveis sum bíðar. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og FM1 hevur frásøgn.
Føroyar - Hvítarussland 13-21 (7-15)
Málskjúttar
Kristianna Henneberg Joensen 3
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Tóra Eliasen 2
Marita Mortensen 2
Bjarta Johansen 1
Ingunn Kristina Persson 1
Anna Brimnes 1
Lív S. Poulsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald