
HSF: Tað var skjótt greitt, at talan var um ein avgreiðsluspurning, tá føroysku U19-mennirnir møttu Meksiko í HM-endaspælinum í gjár. Meksiko hevur verið millum veikastu liðini í kappingini higartil, og tað gjørdist eisini talan um ein føroyskan stórsigur á 41-16, eftir 19-6 til Føroyar í hálvleikinum.
Talan var um ein dyst, har tað ráddi um at hava tol í verjuni og at halda menn hugsavnaðar. Hetta eydnaðist fyri tað mesta, hóast tað eisini vóru sløsutar støður. Venjararnir fingu allar mans í spæl, hetta við komandi dystum í huga.
Mest eyðsýndu leikararnir vóru Lýðar í Dímun við sínum góðu langskotum, Helgi Haldórsson, sum spældi ein góðan dyst á strikuni og so Jákup Egholm, sum var kosin besti leikari í dystinum. Hóast Jákup bert spældi eitt gott korter, so kom hann eisini inn og skeyt brotskøst, har hann setti øll 10 í netið.
Tríggir dómarar
Tað var merkisvert við dystinum, at tríggir dómarar vóru á vøllinum. Hetta er nakað IHF royndarkoyrir til ávísar dystir og kappingar.
Í dag klokkan 15.15, møta Føroyar Argentina, sum hevur staðið seg væl í kappingini, og tapti við bert einum málið móti Noregi. Argentina vann í gjár, 31-20, á Uruguai. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.
Dystargongdin Føroyar – Meksiko:
05 min. 2-1
10 min. 6-1
15 min. 8-2
20 min. 12-5
25 min. 16-5
30 min. 19-6
35 min. 22-7
40 min. 25-9
45 min. 29-12
50 min. 33-12
55 min. 36-13
60 min. 41-16
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 11 (10)
Lýðar í Dímun 6
Helgi Jakob Haldórsson 4
Filip Haldansen 4
William Napoleon Djurhuus 4
Torkil Debes Dahl 3
Pauli Rasmussen 2
Magnus Árason 2
Haraldur Karlsson 2
Rúnar Hammer 1
Fríði í Innistovu 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Málverjar:
Bjarni Gunnarsson Jakobsen, 7 bjargingar, 37%
Ingi Johannesen 3 bjargingar, 43%
-
(Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)
-
Jákup Egholm varð kosins dagsins leikari, hóast hann einans var á vølli í eitt korter (Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)
-
(Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)
-
(Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald