Fótbóltur

B36 biður um at fáa seinasta umfarið útsett

Ongin annar spælari er smittaður - men seks leikarar eru ikki koppsettir ella liðugt koppsettir, og eru tí ikki tøkir fyrr enn í fyrsta lagið hósdagin 4. november.

2021-10-25 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks av spælarunum í besta hópinum hjá B36 lúka ikki treytirnar fyri at verða koppsettir. Tað merkir, at teir antin ikki eru prikaðir, ella enn ikki hava fingið seinna prikið.

B36 er tí komið í eina trupla støðu, nú dysturin móti Víkingi í gjár mátti útsetast í síðstu løtu tí ein spælari hevði fingið staðfest koronasmittu.

B36 skrivar í eini dagføring á Facebook í dag, at støðan var tann, at tann eini spælarin kendi nakað av krími leygardagin, og fór tí at kanna seg fyri korona. Sunnudagin gjørdi hann seg so til reiðar til upphiting saman við liðfeløgunum undan dystinum móti Víkingi.

Tá varð hann uppringdur av landslæknanum við boðum um, at royndin hjá honum var positiv.

- Samstundis gjørdi landslæknin greitt, at dystur okkara ikki kundi spælast. Vit boðaðu FSF frá hesum, og fyribils er dysturin útsettur, skrivar B36 í dagføring á Facebook í dag.

Um støðuna í hópinum skrivar B36 soleiðis:

- Støðan í hópinum er tann, at umframt hendan spælaran, eru seks av okkara spælarum, sum ikki lúka treytirnar fyri at verða roknaðir sum koppsettir. Tað vil siga, at teir eru ikki-koppsettir ella hava ikki fingið seinna prikið í nóg góðari tíð.

- Sóttarhaldið er galdandi í tíggju dagar, og út frá verandi ásetingum merkir tað, at spælararnir í fyrsta lagi eru tøkir hósdagin 4. november.

B36 hevur tí heitt á FSF um at útseta seinastu landskappingardystirnar, til hesir spælarar aftur eru tøkir.

Ongin annar smittaður

Eftir at tað í gjár varð staðfest, at dysturin ikki kundi spælast, skipaði B36 so fyri, at allur hópurin varð koronakannaður.

Svarið av kanningunum er nú komið, og onrin annar spælari er positivt testaður, upplýsir B36.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder