Tá eitt lítið korter er eftir við Djúpumýru dettur bólturin til Jóannes Bjartalíð beint uttanfyri málteigin, nakað til høgru. Bólturin liggur til gyltna vinstrabeinið hjá ársins leikara í fjør. Ein B36-ari roynir at kasta seg fyri, men hann hevur frítt skot. Skotið hjá 10'aranum hjá heimaliðnum rakar tó stongina, og nakrar minuttir seinni lá bólturin í hinum málinum.
Jóannes Bjartalíð var liðformaður frá byrjan, tí Jákup B. Andreasen hevur ein skaða at dragast við (Mynd: Sverri Egholm)
Tað vóru teir hvítkløddu, ið kundu fegnast eftir seinasta bríksl í Klaksvík í kvøld. Dysturin var tættur og merktur av, at liðini hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Spælið var beinleiðis við nógvum langum bóltum: Hjá B36 varð ofta roynt at fáa sent Meinhard Olsen avstað, og hjá KÍ vóru nógvar bóltar niðan á stóra norska áleyparan Ole Erik Midtskogen. Hetta gav nógvar nærdystir og fáar málmøguleikar. Stutt fyri hálvleik vóru bæði liðini tó nær við: Patrik Johannesen hevði eina góða skotroynd og skallaði stutt eftir á tvørtræðið, og hjá B36 fór bólturin beint omanfyri, tá Michal Pryzbylski royndi seg. Bæði liðini høvdu eisini nakrar fínar støður í samband við deyðbóltar ígjøgnum hálvleikinum.
Myndir: KÍ - B36
Tað hendi lítið í brotsteignum fyrsta lítla hálva tíman av 2. hálvleiki. Leikarararnir vóru ógvuliga tættir í hvørjum øðrum og ágangandi í trýstinum, og tað var torført at fáa spælið við bóltinum heilt at hanga saman. Tað sást eisini, at leikararnir eru nakað rustaðir í dystarstøðum - serliga viðvíkjandi alveringum. Tó sást eisini, at góðska er á liðunum. B36 fekk spælt bóltin runt nøkrum førum, og nakað eftir at Jákup Biskopstø Andreasen kom inn, fekk KÍ sett nøkur góð álop upp. Liðformaðurin hevur seinastu tíðina havt trupulleikar við lærkrikanum.
Andrias Eriksen var sterkur í nærdystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta førdi millum annað til støðuna, tá Bjartalíð rakti stongina, og KÍ fekk hótt hesa løtuna. Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad og hinir fingu annars ígjøgnum dystin avvíst væl. Tað var B36, ið fekk hol á. Tíggju minuttir fyri leiklok fekk Árni Frederiksberg pláss í høgru at leggja bóltin inn við sínum sterka vinstra beinið. KÍ fekk ikki handfarið støðuna, og innskifti Sebastian Pingel fekk akkurat pannina á.
Árni legði innfyri og innskifti Sebastian Pingel legði B36 á odda (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir hetta royndi KÍ sjálvandi at trýsta fyri at javna, men í yvirtíðini, eins og í dystinum við Djúpumýru í august í fjør, økti B36 eftir eina umstilling. Odmar Færø, ið annars spældi ein sera góðan dyst, sá ikki, at ein B36-leikari var beint aftanfyri Jesper Brinck og so var galið hjá KÍ. Kristian Joensen kom langt út úr málinum, rakti bóltin og sín egna leikara, og bólturin datt fyri føturnar á Meinhardi Olsen, sum úr stórari frástøðu sendi bóltin róliga í eitt tómt mál.
Meinhard: Trý stig og vit eru í gongd
Jákup B. Andreasen: Stong út
Fyri B36 var hetta ein frálík uppreisn frá FM-dystinum í fjør og ein sera góða byrjan uppá kappingarárið. B36 hevur tað gott í Klaksvík, og liðið stríddist sera væl í dag. Teir í KÍ-leguni kundu irða seg, men hyggja nú fram ímóti dystinum í Trongisvági leygardagin.
KÍ – B36 0-2 (0-0)
Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 0-1
Meinhard Olsen 0-2
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jonn Johannesen (46’ Boris Dosljak), Alessio Hyseni (58’ Jákup Biskopstø Andreasen), Deni Pavlovic, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð (L), Ole Erik Midtskogen (70’ Páll Andrasson Klettskarð)
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (87’ Erling Dávidsson), Magnus Holm Jacobsen (62’ Erlendur Magnussen) – Árni Frederikseberg, Michal Pryzbylski, Stefan Radosavljevic (62’ Sebastian Pingel) – Meinhard Egilsson Olsen
Venjari: Jákup á Borg
Fótbóltur
B36 fór avstað við øllum í Klaksvík
B36 lønti KÍ ósigurin í seinasta umfari í fjør aftur við tveimum málum seint í dystinum í Klaksvík.
Eins og í fjør vann B36 2-0 við Djúpumýru eftir ein tættan og fysiskan dyst - fagnaðurin var stórur (Mynd: B36)
2020-05-09 19:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald