Tað hevur helst ongantíð verið so gott lag á føroyingum í Montenegro sum í kvøld. B36 ikki bara spældi seg víðari við útivallarmálið, men vann 2-1 á tjóðarleikvøllinum í Podgorcia.
Undan dystinum var vónin har. Eftir málleysa javnleikin í Føroyum og eitt gott B36 avrik fór hópurin hjá B36 avstað við møguleikan at spæla seg víðari fyri aðru ferð í ár. Tað hevur B36 ongantíð megna áður, men nú er havnarfelagið saman við Víkingi einasta føroyska felagið, ið er komið ígjøgnum tvey umfør í Evropa sama summar.
Tað byrjaði annars einki serligt hjá Jákup á Borg og hansara monnum. Zoran Petrovic legði heimaliðið á odda í 4.minutti. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan. Men tíðliga í 2.hálvleiki javnaði B36. Eftir eina frísparkskombinatión kom bólturin innfyri, hann varð stútaður uppá tvørs, og so kundi Benjamin Heinesen prikað bóltin í málið.
Sum støðan var kom B36 víðari orsakaða av útivallarmálinum. Útiliðið helt fast, og avgjørdi dystin í 83.minutti. Tað var estiski áleyparin, Kaimar Saag, ið skoraði eftir upplegg frá Lukasz Cieslewicz. Aftur var talan um deyðbólt, har Kailmar fekk høvdið á innlegg úr vinstru frá Lukasz, og so
Talan var um ein javnan dystin; tað vísa hagtølini. B36 endaði við at vera omaná, og nú fegnast tey í B36-leguni í Podgrcia. Nú er ein stór uppgáva fyri framman; besiktas úr Turkalandi verður mótstøðuliðið komandi hósdagarnar; fyrst á Tórsvølli og síðani í Istanbul.
Frálíkt avrik frá B36 og stór og umráðandi fyri felagið og føroyskan fótbólt. Meira seinni.
OFK Titograd Podgorcia - B36 1-2(1-0) 1-2 samanlagt
1-0 Zoran Petrovic
1-1 Benjamin Heinesen
1-2 Kaimar Saag
Fótbóltur
B36 gjørdi tað
B36 er enn einaferð víðari í Evropa League eftir 2-1 sigur í Montenegro. Nú er Besiktas fyri framman í næsta umfarinum.
Løtan tá B36 leggur seg á odda 2-1 (Mynd: Bóltfelagið b36/facebook)
2018-07-19 21:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald