
EB/Streymur og B36 settu hol á 10. umfar og triðing nummar tvey í Betrideildini í kvøld.
Favorittarnir komu á odda næstan beinanvegin, tá Magnus Holm Jacobsen skoraði aftaná eina B36-umstilling: EB/Streymur misti bóltin í samband við ein deyðbólt, og so gekk tað skjótt.
Myndir: Stevnudystur við Margáir
Útiliðið hevði bóltin meginpartin av tíðini í 1. hálvleiki, og EB/Streymur bjargaði einaferð á strikuni og Brian Jacobsen stútaði í einum førum framvið. Heimaliðið hevði eina góða umstilling, men avleringin hjá Niklas Kruse tætt við baklinjuna rakti ein B36-leiakara og ikki ein viðleikara.
Sonni Ragnar Nattestad noyddist út í hálvleikinum, og EB/Streymur fekk í løtum trýst bakketuna hjá B36. Tí var tað súrt fyri heimaliðið, tá B36 økti í samband við ein deyðbólt, næstan beint eftir at Arnbjørn Hansen var komin inn. Tað var Eli Falkvard Nielsen, ið kom ímillum tá EB/Streyms-liðformaðurin, Andras Olsen royndi at leggja aftur til Róa Zachariassen.
Málverjin hjá EB/Streymi hevði fleiri góðar bjargingar, og eftir 2-0 málið bylgjaði dysturin aftur og fram. Liðið hjá Jákup Martin Joensen søkti veruliga at fyri at fáa veruligan spenning í dystin aftur, men hóast tað var nær við, var tað Árni Frederiksberg ið fekk seiansta orðið í lívliga 2. hálvleikinum.
Árni Frederiksberg: Vit hava gjørt okkara
B36 hevur nú gjørt sítt og hevur 22 stig, eins og HB sum vitjar á Skála sunnudagin. EB/Streymur spælir eisini móti topp-fimm liðum komandi tveir dystirnar.
10. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 26.06
EB/Streymur - B36 0-3 (0-1)
8' Magnus Holm Jacobsen 0-1
64' Eli Falkvard Nielsen 0-2
90' Árni Frederiksberg 0-3
byrjanaruppstillingarnar:
EB/Streymur (4-2-3-1): Rói Zachariasen - Árni Grunnveit Olsen, Andras Olsen (L), Mikkjal Hellisá, Ragnar Bjartalíð Danielsen - Fannhard Antonsson Skoradal, Rói H. Olsen - Gutti Dahl-Olsen, Gestur Bogason Dam, Símun Sólheim - Niklas Kruse
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Benjamin Heinesen, Andrias Høgnasen Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard Egilsson Olsen - Brian Jakobsen
Sunnudagin 28.08
(15.00): ÍF - TB
Skála - HB
Víkingur - KÍ
(17.15): AB - NSÍ
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. B36 (22 stig)
3. NSÍ (20 stig)
4. KÍ (20 stig)
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald