Fótbóltur

B36 hevur nú tríggjar møguleikar í morgin

Møguleiki er fyri at hitta The New Saints og Adrian Cieslewicz aftur, størsta felagnum úr Danmark ella botnliðnum í Skotlandi: The New Saints, FCK og Motherwell eru í pottinum á middegi í morgin.

B36 vann seg víðari til 2. umfar hóskvøldið (Mynd: Bjarni Enghamar)

B36 vann seg víðari til 2. umfar hóskvøldið (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-08-30 23:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin klokan 12 byrjar lutakastið til annað undanumfari í Europa League. Tá fær B36, ið vann sær rættin til at spæla har við at basa Levadia Tallinn 4-3 í longdari leiktíð á Tòrsvølli hóskvøldið, at vita, hvøjum liðið skal spæla ímóti 17. oktober. 

Sum vanligt verða liðini bólkaði, og sigast má at teir tríggir møguleikarnir, ið B36 hevur nú, eru sera spennandi.

Styrkismett: 
1 Motherwell
2 FCK
3 The New Saints

Ikki styrkismett: 

4 IFK Göteborg
5 Coleraine FC
6 B36 Tórshavn

12 bólkar eru gjørdir fyri liðini í "Main Path" Verður t.d. 2 trekt fyrst og síðani 6, so merkir tað, at øll liðini ið hava nummar tvey hava heimavøll móti øllum liðum við nummar seks 17. september. Tað hevði so merkt, at B36 skal spæla í Parkini. 

Eingin ivi er um, at B36 á pappírinum hevði havt best møguleika, um The New Saints kom úr pottinum, hóast walisiska liðið, har bróður Lukasz og fyrrverandi B36-leikarin Adrian Cieslewicz er á, vann 6-2 samanlagt á B36 í Champions League fyri fimm árum síðani. Motherwell vann 5-1 á Glentoran, ið basti HB í undanumfarinum, í 1. umfari men er aftast í skotsku deildini. Um B36 aftur fær møguleikan at spæla á Tórsvølli verða møguleikin sjálvsagt størri. 

FCK er spennandi millum annað orsakað av støddini á felagnum. Danska høvuðsstaðarfelagið fekk Manchester United út í longda leiktíð í fjórðingsfinaluni í Europa League 2019-2020 tíðliga í mánaðinum. 

Til ber at fylgja við lutakastinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder