Um vikuskifti er Sundalagsstevna í Hósvík. Nakað frá Hósvík er leikvøllurin við Margáir, sum í kvøld verður karmur um fyrsta dystin í 10. umfari og í næsta triðinginum í Betrideildini.
Tað er B36, ið er á vitjan. Í fjør spældu EB/Streymur og B36 tveir dystir á Eiði. Árstalsfelagið vann báðar (2-1 og 4-0), men í 2018 vann EB/Streymur 3-2, tá liðini hittust har. Í 2017 fekk EB/Streymur, sum uppflytari, ein málleysan javnleik á heimavølli móti B36. Hin dysturin millum liðini við Margáir endaði 1-2.
Liðini hittust fyri júst tveimum vikum síðani í Gundadali. Tá vann B36 greiðan 4-1 sigur uttan at heilt folda seg út. Liðið hjá Jákupi á Borg er eisini stórfavorittur í kvøld, men EB/Streymur hevur, sum víst er á omanfyri, givið B36 veruligar trupulleikar í fýra útav fimm heimadystum seinastu árini, og sunnudagin var liðið hjá Jákup Martini Joensen bert fáar minuttir frá at fáa javnleik, tá Víkingur vitjaði.
Víkingur kláraði akkurat ikki at halda Víkingi sunnukvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Um B36 vinnur, so er liðið javnt við HB í stigum. Oddaliðið er stórfavorittur á Skála í morgin og hevur betri málúrttøku enn B36, men fyri teir í hvítum og svørtum hevur tað nógv at siga at verða heilt við í oddastríðnum og at halda gongdini við fullum stigatali móti liðum úr niðaru hálvu. EB/Streymur skal stríðast fyri at koma longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Vit eru til staðar í kvøld og dagføra beinleiðis frá dystinum og hava myndir frá honum. Aftaná seinasta bríksl taka vit samanum og gera samrøður.
10. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 26.06
(19.00): EB/Streymur - B36
Sunnudagin 28.08
(15.00): ÍF - TB
Skála - HB
Víkingur - KÍ
(17.15): AB - NSÍ
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (20 stig)
3. KÍ (20 stig)
4. B36 (19 stig)
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Fótbóltur
B36 kann koma undir liðuna á HB
Hjá árstalsfelagnum snýr tað seg um at byrja hendan triðingin av kappingini væl. EB/Streymur tekur ímóti við Margáir í kvøld.
B36 vann 4-1 á EB/Streymi, tá liðini spældu fyri tveimum vikum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-26 16:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald