Fótbóltur er eitt komplekst men samstundis eitt ógvuliga einfalt spæl. Nógv viðurskifti kunnu gera seg galdandi í einum fótbóltsdysti og vera við til at avgerða, hvønn veg tað koppar. Men í botn og grund er tað eitt ting, ið er neyðugt fyri at vinna: At skora fleiri mál enn mótsstøðuliðið.
B36 skapti í gjár eitt hav av málmøguleikum, tá NSÍ vitjaði í Gundadali. Nógv stóð uppá spæl í oddastríðnum, og heimaliðið byrjaði við einum braki. Fyrrverandi NSÍ-leikarin, Árni Frederiksberg, rakti yvirleggjaran við góðari frísparksroynd, Tórður Thomsen hevði kastað seg, Sebastian Pingel var árvakin og skallaði bóltin róliga í málið til 1-0. NSÍ royndi at rista skelkin av sær, men B36 tyktist at vera omaná á øllum økjum og var fleiri ferðir nær við at økja.
Sebastian Pingel skoraði til 1-0 næstan beinanvegin, men rakti seinni tvørtræið tríggjar ferðir. Danin og liðfelagarnir fingu lagt eitt stórt trýst á NSÍ-verjuna í fleiri førum (Mynd: Sverri Egholm)
Video: Pingel: -Hetta var tjóvarí
Heimaliðið legði eisini út sum eitt óløgi í 2. hálvleiki og hótti NSÍ-málið fleiri ferðir: Vandamiklar støður og skotroyndir endaðu tó ikki við máli. Útiliðið, ið ikki fekk sítt egna spæl at koyra, stríddist væl ímóti og Tórður vísti til tíðir stórspæl í málinum. Og so hendi tað, sum ofta hendir í fótbólti, tá eitt lið við yvirváginini ikki skorar: Hitt liðið slær til. Eftir eitt væl leikt álop legði ein púra fríur Petur Knudsen róliga bóltin í B36-málið. Hann hevði runnið afturum Sonna Ragnar Nattestad júst tað rætta tíðspunktið; tá Jann Banjaminsen legði bóltin innum verjuna. Sjeynda uppleggið hjá Jann (flest í deildini) og sætta málið hjá Peturi (næstflest)
Burturúr ongum men tó eitt flott NSÍ-mál (Mynd: Sverri Egholm)
Petur Knudsen vísti aftur, at hann er er vandamikil. Tað er als ikki sjálvdan, at nummar 16 hjá NSÍ skorar í Gundadadali (Mynd: Sverri Egholm)
Jann Benjaminsen legði enn einaferð upp til eitt mál - Eli Falkvard var sera eyðsýndur á miðvøllinum hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Video: Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig
Eins og ímóti KÍ í 6. umfari hevði Jann funnið Petur, og NSÍ hevði sligið til, meðan hitt var við greiðan yvirluta í spælinum. Og dysturin í gjárkvøldið vísti seg at vera eitt keðiligt "deja-vu" hjá B36 frá dystinum í 14. umfari í fjør, tá B36 var greitt omaná móti NSÍ, men tað endaði 1-1. Tá skoraðu teir í gulum og svørtum í yvirtíðini. Hesaferð var B36 nær við í yvirtíðini, serliga tá Erlendur Magnusson ikki heilt fekk skot á, tá innlegg kom við aftaru stong. B36 herjaði á beinanvegin aftaná útjavnandi málið hjá NSÍ, men tað eydaðist ikki. Meinhard Olsen hevði nakrar góðar møguleikar, og Sebastian Pingel rakti yvirleggjaran tríggjar ferðir í dystinum og fekk eitt mál kolldømt vegna rangstøðu - nakað sum beinanvegin sá eitt sindur meira enn ivasamt út.
Ónøgdin var stór á B36-beinkinum og í B36-skýlinum og eftir at teir á heimaliðnum føldu, at ein avgerð fór teimum ímóti, fekk Jákup á Borg gult kort. Venjarin hjá B36 fylgdi upp við at nýta ókvæmisorð móti dómaranum Kára á Høvdanum, og so varð hann vístur av vøllinum. Fleiri áskoðarar í B36-skýlinum fylgdu upp við at rópa ókvæmisorð eftir dómaranum.
Kári á Høvdanum dømdi í Gundadali í gjárkvøldið...
Tað sum venjarin hjá B36, Jákup á Borg, segði við hann, kostaði eitt reytt kort
Jákup á Borg hugdi eftir endanum av dystinum millum B36 og HB-skýlið. Eftir dystin segði hann við FM1, at hann burdi havt stýrt sær í støðuni, tá hann fekk útvísingina (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var besti dystur, sum B36 hevur spælt í ár og - serliga tá hugsað er um mótstøðuna, og hvussu nógv liðið skapti, samstundis sum NSÍ var hildið frá møguleikum. Høga trýstið var gott, teir á ártalsfelagnum vunnu flestu nærdystirnar og næstu bóltarnar, og burdu havt vunnið dystin. B36 er nú fimm stig aftanfyri HB, og vónin er, at KÍ, í kvøld, og NSÍ, mánadagin, hjálpa eitt sindur til komandi dystirnar. NSÍ hevur fýra stig upp til oddasessin í løtuni og fær HB á vitjan mánadagin.
Eisini 1-1 á Argjum
Ein tíma áðrenn dysturin í Gundadali fór í gongd bríkslaði Aron Sofus Vest í gongd á Argjum. Talan var um ein lykladyst í botnstríðnum, og leingi sá út til, at AB fór at fáa sín fyrsta sigur í ár og nærkast EB/Streymi av álvara. Janus Svabo Samuelsen legði heimaliðið á odda, tá miðvallarin fimm minuttir fyri hálvleik slappat venda á hálvuni hjá útiliðnum, trekkja og smekka bóltin heilt upp í longra málhorn.
Gestur Bogason Dam var aftur á liðnum hjá EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)
Vakra málið var tó ikki nóg mikið hjá liðnum hjá Símuni Samuelsen. Í nøkrum umstillingum í 2. hálvleiki fekk AB møguleikar at avgera dystin, men EB/Streymur hevði samanlagt felrii stórar møguleikar í dystinum (Arnbjørn Hansen kom til tríggjar heilt stórar) og fekk beint sum yvirtíðin byrjaði tryggjað sær eitt uppiborið stig. Innskifti Gutti Dahl-Olsen legði eitt frísparksinnlegg væl innfyri úr høgru, sum Niklas Kruse rann perfekt inn í og við bringuni setti toppskjúttin hjá EB/Streymi bóltin í málið. Asbjørn Heðinsson hjá AB varð eisini rikin av vølli í yvirtíðini, og Andras Olsen skallaði á stongina fyri EB/Streym. Argjamenn hava spælt tríggjar javnleikir í ár - EB/Streymur er framvegis nakað burtur frá strikuni. Í kvøld spæla tvey tey niðastu liðini: TB og Skála.
8. umfar í Betrideildini
Týskvøldið 16.06:
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (80' Benjamin Heinesen) - Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic (85' Brian Jakobsen) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel
Venjari: Jákup á Borg
NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen (61' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnasson Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson (40' Aron Knudsen) - Petur Knudsen (90' Steffan Ábrahamsson Løkin)
Venjari: Glenn Ståhl
Myndir: B36 - NSÍ
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse 1-1
Myndir: AB - EB/Streymur
Í kvøld - mikukvøldið 17.06:
18.00:
Skála - TB
19.00:
HB - KÍ
Víkingur - ÍF
Støðan:
1. HB (21 stig)
2. NSÍ (17 stig)
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (16 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (10 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
8. AB (3 stig)
9. TB (2 stig)
10. Skála (1 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald