Tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 19. Talan var um tvær uppgerðir, har heimaliðið var risafavorittur. Tað endaði eisini við, at heimaliðini vunnu tryggar trý-máls sigrar.
AB royndi seg við einari fimm-mans verju, men longu eftir tríggjar minuttir slapp Salmundur Bech, ið byrjaði inni fyri fyrstu ferð í ár, lætt inn í brotsteigin og legði bóltin til Klæmint Andrasson Olsen, sum legði NSÍ á odda. Heimaliðið var fullkomiliga omaná fyrra helmingin av 2. hálvleiki, og fekk eisini økt um munin.
Hóast møguleikar vóru til fleiri mál næstu áleið 70 minuttirnar, so kom bert eitt afturat. Tað kom eftir eina fína AB-løtu, men tað var NSÍ, ið fekk triðja og seinasta málið í dystinum, og tað var Petur Knudsen, ið stóð fyri tí. NSÍ hevur nú vunnið trygt á øllum botn-fimm liðunum.
Petur Knudsen fekk seinasta orðið við Løkin - EB/Streymur tapti við trimum málum í Gundadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í Gundadali hevði B36 greiða yvirvág í 1. hálvleiki uttan at skapa so nógvar kjansir. Málini komu eftir tvey frísparksinnlegg - eitt úr høgru og eitt úr vinstru. Í fyrra førinum sá málverjin illa út og í seinna førinum EB/Streyms-verjan. Michal Pryzbylski skoraði sítt seinna mál í dystinum tíðliga í 2. hálvleiki. EB/Streymur fekk minkað um munin, tá B36 hevði Michal í miðverjuni og Árna Frederiksberg á vinstra bakki. Ivi var tó ongantíð um, hvar tey trý stigini skuldu enda, og Meinhard Egilsson Olsen syrgdi tó fyri, at B36 vann við trimum málum.
7. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 12.06
B36 - EB/Streymur 4-1 (2-0)
16' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
41' Michal Przybylski (Stefan Radosavljevic) 2-0
50' Michal Przybylski (Meinhard Egilsson Olsen) 3-0
69' Símun Sólheim 3-1
89' Meinhard Egilsson Olsen 4-1
Myndir: B36 - EB/Streymur
NSÍ - AB 3-0
4' Klæmint Andrasson Olsen (Salmundur Bech)
23' Bárður Jógvansson Hansen (Jann Benjaminsen)
87' Petur Knudsen 3-0
Leygardagin 13.06
14.00: TB - ÍF
17.00: HB - Skála
19.00: KÍ - Víkingur
Støðan:
1. HB (18 stig)
2. NSÍ (16 stig)
3. B36 (15 stig)
4. KÍ (13 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (9 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
Fótbóltur
B36 og NSÍ vunnu tryggar sigrar
Talan gjørdist um tveir trý-máls sigrar, og nú hava NSÍ og B36 ávíkavist tvey og trý stig upp til fyrsta plássið.
(Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-12 20:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald