Nú er næstan endaliga greitt, hvørji lið føroysku feløgini kunnu hitta í undanumfarinum í Europa League, sum verður 20. august. Talan er um lið úr Montenegro, Norðurírlandi, Wales, Kosovo og San Marino.
Hóast hesi liðini havi lægri koefficient (styrkistal) enn tey føroysku lið, so merkir tað als ikki, at talan er um verri lið enn tey frá San Marino, Andorra og Gibraltar, sum eru styrkismett saman við teimum føroysku. bolt.fo vísir á, á pappírinum eru liðini, ið ikki eru styrkismett, helst í miðal sterkari enn tey styrkismettu, um vit hyggja burtur frá føroysku liðunum - tað sum ger at tey ikki eru styrkismett er, at tey ikki hava luttikið nógv í evropeiskum fótbólti, og um so er so hava tey ikki fingið so góð úrslit. Tað at talan er um til dømis lið úr Wales og Norðurírlandi talar fyri, at tað kunnu verða heilt torførar uppgávur hjá føroysku liðunum, hóast tey eru styrkismett.
Møgulig mótstøðulið:
Zeta Goluvovci og Iskra Danilovgrad (Montenegro)
Barry Town (Wales)
Folgore (San Marino)
Coleraine og eitt annað liðð úr Norðurírlandi
SC Gjilani og eitt annað lið úr Kosovo
B36 NSÍ, HB eru øll styrkismett. Tað eru úrslitini í evropeisku kappingunum seinastu árini, ið gera hetta. B36 hevur so mikið høgt styrkistal (3.750), at um liðið hjá Jákupi á Borg kemur víðari til 1. umfar, so er liðið styrkismett har, og harvið er møguleikin fyri at fáa eitt gott lutakast størri. Tað var í 2018, at B36 spældi seg víðari úr 1. umfari við 2-1 sigri á OFK Titograd úr Montenegro. Hetta úrslitið hevur gjørt munin í styrkistalinum. B36 hevur næsthægst styrkistal av liðunum í undanumfarinum - 750 færri enn Santa Coloma úr Andorra og 1.500 fleiri enn Tre Penne úr San Marion.
Í fyrra dystinum móti Titograd í 2018 - hann endaði 0-0 (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ hevur eitt styrkistal á 2.250 - HB hevur 2.000. Tað er ikki endaliga greitt, um HB skal spæla í undanumfarinum, hóast tað sær soleiðis út í løtuni. Í so fall verður HB ikki styrkismett. Síðani skipanin við undanumfari fyri londini, ið eru lægst styrkismett, byrjaði í 2018, eru steypavinnararnir frá undanfarna árinum byrjaðir í 1. umfari (NSÍ í 2018 og B36 í 2019) Tað eru úrslitini í avgerandi dystunum í Europa League 2019/2020, ið verða leiktir komandi vikurnar, ið avgerða hetta.
Sí yvirlit her
KÍ skal spæla í Champions League og kann hitta stórum liðum sum Celtic og Reyðu Stjørnu, men kann eisini trekkja millum annað meistaran í Litava - í fjør sló KÍ FK Riterai úr Litava út úr 1. umfari í Europa League (Sí yvirlit fyri Champions League her)
Lutakastið til 1. umfar í Champions League verður 9. august. Lutakastið til undanumfar og 1. umfar í Europa League verður 10. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald