Fótbóltur

B36 víðari eftir brotssparksdrama

Stefan Radosavljevic skoraði í 120 minutti, og Rói Mørk Hentze bjargaði tveimum teimum seinastu brotsspørkunum hjá The New Saints.

2020-09-16 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, 2-2 eftir longda leiktíð og 7-6 eftir brotssparkskapping. Og tað var B36, ið spældi seg víðari til 3. umfar í Eruopa League við sigri á The New Saints.

Heimaliðið var heilt úti á eggini tvær ferðir, men helt sær onkursvegna á lívi og hevur skrivað føroyska evropiska søgu sum tað fyrsta liðið, sum hevur spælt seg víðari tríggjar ferðir uppá eitt ár.

Í komandi viku skal B36 spæla á útivølli móti CSKA Sofia ella Bate Borisov.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder