Fótbóltur

B68 hevur gjørt tvey-ára sáttmála við miðvallara av Sandi

Tjúgu-ára gamli orkuríki miðvallarin hevur seinastu árini verið ein lyklaleikari hjá barndómsfelagnum. Nú skiftir Jónas Warner B71 út við B68 - 1. deild út við Betrideildina.

Jónas og B71 vóru ógvuliga nær við at flyta upp í Betrideildina í 2021 - eitt mál restaði í, í tí sum varð ein finala móti AB á Sandi (Mynd: Olena Goffe)

Jónas og B71 vóru ógvuliga nær við at flyta upp í Betrideildina í 2021 - eitt mál restaði í, í tí sum varð ein finala móti AB á Sandi (Mynd: Olena Goffe)

2022-12-23 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá B68 sendi NSÍ niður í 1.deild við Løkin 16. oktober sungu B68-áskoðararnir millum annað speirekandi: "Heilsa B71"

Nú er greitt, at tá besta liðið hjá NSÍ spælir móti besta liðnum hjá B71 í 1. deild í 2023, verður Jónas Warner ikki á B71-liðnum - hann skal nú spæla fyri B68.



Video: B68 - Tofta Ítróttafelag

Felagið á Toftum boðar í dag frá, at tvey-ára sáttmáli er gjørdur við orkuríka miðvallaran av Sandi, sum seinastu tíðina hevur royndarvant á Svangaskarði.

- Eg eri sera glaður at vera komin til B68. B68 er eitt felag við einum spennandi projektið, ið eg gjarna vil vera partur av. So spælir tað sjalvandi eisini nógv inn at Jákup er venjari, ti hann kann hjalpa mær at mennast. Eg eri eyðmjúkur og klárur at geva 100%."

Hetta sigur 20-ára gamli sandingurin við Facebook-síðuna hjá B68. Hóast hann fyri tað mesta hevur spælt fyri barndómsfelagið, so hevur Jákup á Borg áður arbeitt við Jónas Jónatansson Warner. Í tvey og eitt hálvt ár - frá summri 2017 - var Jónas ein av ungu sandoyingunum, ið royndu seg í B36. Í 2019 var Jónas fastur á 1. deildarliðnum, vandi eisini í tíðarskeiðum við besta liðnum og var á dómaraseðlanum til onkrar dystir; tó uttan at Jákup á Borg skifti hann inn.

[object Object]
Jónas, uttast til vinstru við fýra-talinum, fegnast saman við áskoðarum og liðfeløgunum í finaluni um Blaðberasteypið (U17) í 2018, sum B36 vann á KÍ eftir longda leiktíð (Mynd: Sverri Egholm) 

Tað er nokk eingin ivi um, at Jónas fer at vera á vøllinum í Betrideildini í 2023. Hetta hevur sandingurin ikki roynt áður, men hann hevur tvey tey seinastu árini, umframt eitt tíðarskeið í 2020, verið fastur maður á besta B71-liðnum. Jónas Warner hevur eisini gjørt vart við seg. Í ár spældi miðvallarin 26 dystir fyri B71 í 2022 og skoraði 10 mál. Liðið endaði nummar fýra í 1. deild. Sambært Faroesoccer hevur hann samanlagt spælt 93 dystir og skorað 29 mál, umframt at hann hevur fýra dystir í kappingini um Løgmanssteypið.

Jónas Jónatansson Warner, hvørs pápi er onglendingur, hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum. Samanlagt hevur hann spælt 17 dystir - í fjør varð talan um ein U21-landsdyst. 

[object Object]Jónas verður her skiftur inn í U-21 landsdysti í Serbia. Í 2023 og 2024 verður Svangaskarður hansara heimavøllur (Mynd: Aleksandar Djorovic)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder