Fótbóltur

B68 javnaði í evstu løtu og AB fekk sín fyrsta sigur

Fyrstu tveir dystirnir í fjórða umfari vórðu leiktir í dag. B68 og HB leiktu javnt, meðan AB vann 2-1 ímóti Skála.

2022-04-02 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her (tv.fo)

Eftir ein landsliðssteðg var í dag hol sett á fjórða umfar í Betri deildini hjá monnum.

HB var á vitjan á Toftum hjá B68, men tað gjørdist alt annað enn lætt hjá havnarmonnunum, sum ætla sær gull í ár.

Toftamenn bardust sum úlvur á skóg og vildi illa til hjá HB, var B68 á odda við meira enn einum máli.

Ikki fyrr enn í 85. minutti bragdaði tá innskifti Pætur Petersen stútaði bóltin inn í netið eftir innlegg frá Daniel Johansen. Helst hildu HB’ararnir at nú varð sloppið og trý stig vórðu tryggjað, men B68 vildi tað øðrvísi.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, setti málfarligi Sebastian Lau Nielsen bóltin í netið og javnaði fyri heimaliðið. Svangaskarður á gosi.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og teir sum munnu iðra seg mest eru HB-leikararnir sum ikki fingu sítt spæl at koyra í dag. Eitt stig ímóti einum liði, sum verður mett til at vera í botn fimm, er ikki nóg gott um ein ætlar at kappast við KÍ um meistaraheitið.

Hjá B68 gongur hinvegin væl. Toftamenn hava fimm stig eftir fýra dystir og liggja á triðja plássið. 

AB fekk í dag sín fyrsta sigur í ár. Tað var í uppflytingarbraki Inni í Vika á Argjum, tá Skála var á vitjan seinnapartin. Liðini skoraðu hvør sítt mál í fyrra hálvleiki, men avgerandi málið kom við brotssparki tá ein góður tími var leiktur.

Augustin Marsico setti bóltin í netið til 2-1 sum eisini gjørdist úrslitið.

Argjamenn hava fýra stig eftir fýra dystir, meðan Skála hevur tvey stig eftir tveir javnleikir.

B68 - HB 1-1 (0-0)
85' Pætur Petersen 1-0
90' Sebastian Lau Nielsen 1-1

AB - Skála 2-1 (1-1)
26' Marius Kryger Lindh 1-0
42' Poul Kallsberg 1-1
65' Agustin Marsico 2-1 (br.)

Dystirnir í morgin
B36 - Víkingur (15:00)
EB/Streymur - 07 Vestur (15:00)
NSÍ - KÍ (18:00)

Støðan í Betri deildini menn

1. HB (10 stig)*
2. KÍ (9 stig)
3. B68 (5 stig)*
4. AB (4 stig)*
5. B36 (3 stig)
6. Víkingur (3 stig)
7. EB/Streymur (3 stig)
8. NSÍ (3 stig)
9. 07 Vestur (2 stig)
10. Skála (2 stig)*


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder