- Sandoyingar eru ikki óvanir við at B71 heintar leikarar úr øllum verðinshornum at leggja afturat hópinum. Hesuferð hava vit verið ein túr nærhendis Buenos Aires í Argentina at leita okkum nýggjan styrk til miðverjuna. Nigerianskt føddi amerikumaðurin, Brian Okpala, valdi at leita sær annað felag til komandi kappingarár og hesum vistu vit av longu við lokna kapping. Síðani var eitt miðvíst arbeiði gjørt at fylla plássið við júst tí rætta leikaranum og tað meta vit at vit hava funnið í Victoriano.
Soleiðis skrivar B71 á heimasíðu sínari. Um nýggjasta leikarin skrivar felagið av Sandi, at hann er 26 ára gamal, er royndur sum yrkisleikari og hevur leikt í bæði Suður og Norður Amerika - seinast í ovastu deildini í Bolivia. Victoriano Fragola hevur nú valt at leita sær til Evropa at royna eydnuna. Sum leikari er maðurin kraftfullur og tryggur við bóltinum.
B71 endaði í fjør á 8. plássi í 1. deild við 32 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald