Enn einaferð fingu boksarar frá Tórshavn Boksing góð úrslit, tá tveir íðkarar luttóku á boksistevnu í Danmark í gjárkvøldið
Lefi Hammer og David Kunoy boksaðu móti donskum mótstøðumonnum á eini kapping í Helsinge í Norðursælandi.
Talan var um javnar dystir, ið kundu farið báðar vegir, men tað vóru føroyingarnir, sum tóku sigurin í báðum dystunum, greiðir venjarin í Tórshavn Boksing, Martin Meng frá.
Hóast teir vunnu, so er støðið enn nakað frá donskum meistaraskapsstøði, og tí er nakað at arbeiða við áðrenn teir báðir, saman við Jonathan Malaikev, skulu boksa í danmarksmeistarakappingini seinni í vetur.
- Levi hevur ikki verið í ringinum í 22 mánaðir, og tað var týðuligt, at har var eitt sindur av rusti, ið skal bankast av. Og David boksaði sín fyrsta dyst, og visti tí ikki, hvat hann kundi rokna við. Tað merkti dystin, men vit vunnu, og uppgávan varð loyst, sigur Martin Meng.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald