
Fyrr í dag eru fyrstu tríggjar finalurnar í Kontrast FM spældar, har føroyameistararnir í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt blandaðum tvímansleiki eru funnin.
Havnakvinnur og tvíburðar endurvunnu gullið
Sanna og Mia Thorkildshøj, HBF, vunnu finaluna við spennandi og drúgvan tveysettara ímóti Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF. Settini endaðu 21-17, 25-23.
Tvímansleikur, kvinnur:
1. Sanna og Mia Thorkildshøj, HBF
2. Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
3. Julianna í Heiðunum & Miriam í Grótinum, HBF, og Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
16 ára gamal føroyameistari hjá monnum
Í finaluni í tvímansleiki hjá monnum vann 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen saman við Fai Yin Wong ein sera spennandi trýsettara ímóti Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF. Settini endaðu 21-17, 21-23 og 21-14.
Tvímansleikur, menn:
1. Tóki Yngvason Guttesen og Fai Yin Wong, HBF
2. Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF
3. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen & Asbjørn Heide Olsen, HBF, og Christian Berg Petersen og Leiki Dal-Christiansen, HBF
Mia og Rúni sigraðu eftir trýsettara
Tað gjørdist ein sera undirhaldandi og spennandi trýsettari, tá føroyameistarin í mix bleiv funnin. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, HBF, vunnu á Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF, við settunum 15-21, 21-13 og 25-23.
Blandaður tvímansleikur:
1. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, HBF
2. Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF
3. Lena Maria Joensen, KBF, & Jónas Djurhuus, HBF, og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, & Árant á Mýrini,
Kringvarpið vísir frá Kontrast FM - til ber at fylgja við HER
Yvirlit: Badmintonssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald