2025-04-25 14:34

Í morgin verður stóri finaludagurin hjá jadminton, borðtennis og judo í Høllini á Hálsi.
Sí eisini: Kontrast FM verður leygardagin á Hálsi
Skráin
Innleiðandi dystir hava verið í Badmintonhøllini í Havn, og í dag eru innleiðandi kappingarnar í blandaðum tvímansleiki.
Í gjár snúð tað seg um tvímansleik hjá kvinnum og monnum.
Íinnleiðandi dystunum í tvímansleiki hjá vaksnu kvinnunum spældu Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF, seg í finaluna á heldur serligan hátt. Hetta við at sigra á yngru systrum teirra Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/04/06/gallery-thumbnail/1712428692c9xcn24qbr.webp)
Bjarnihild frammanfyri og Lena Maria aftanfyri - tær vóru eisini í finaluni í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Badmintonssamband Føroya skrivar, at í hinari hálvfinaluni vunnu tvíburðasystrarnar Sanna og Mia Thorkildshøj, HBF, í tveimum settum á Julianna í Heiðunum og Miriam í Grótinum, HBF.
- Talan er soleiðis um eina endurtøka av finaluni í fjør, har Sanna og Mia sigraðu á Lenu Mariu og Bjarnhild í eini spennandi finalu í trimum settum. Sanna og Mia Thorkildshøj skulu soleiðis verja gullið, meðan klaksvíkskvinnurnar óiva eru svangar eftir at fáa gullheiðursmerkini við norð aftur.
Finalan í tvímansleiki hjá kvinnum verður leikt í Høllini á Hálsi leygardagin klokkan 10.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/25/gallery-thumbnail/17455851917anr1o60fs.webp)
Mynd: Badmintonssamband Føroya
Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki hjá monnum vórðu spældir í Badmintonhøllini í Havn í gjárkvøldið.
Í tí einu hálvfinaluni vunnu Árant á Mýrini, MBF, saman við Jónas Djurhuus, HBF, í spennandi tveysettara á Christian Berg Petersen og Leika Dal-Christiansen úr Havnar Badmintonfelagi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/04/06/gallery-thumbnail/17124288031gjrdae93n.webp)
Jónas Djurhuus og Árant á Mýruni í finaluni í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Í hini hálvfinaluni vunnu 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen saman við Fai Yin Wong á Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Ásbjørn Heide Olsen. Allir úr HBF
Í fjør sigraðu Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen á Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus í sera tøttum tveysettara í finaluni.
- Sostatt hava Árant og Jónas møguleika at býta silvurheiðursmerkini í fjør um við gullheiðursmerkir við at sigra á nýggja harraparinum Wong og Tóka, sum royna seg fyri fyrstu ferð saman í kapping, skrivar Badmintonssambandið.
Finalan í tvímansleiki hjá monnum verður leikt leygarmorgunin áleið klokkan 10:30 í Høllini á Hálsi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/25/gallery-thumbnail/1745585229wbfheg8qc3.webp)
Mynd: Badmintonssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald