Annað

Badmintonlandsliðið í hálvfinaluni

Føroyar hevur vunnið allar sínar dystir í Small States of Europe kappingini á Malta – Hálvfinalan verður kl. 13.30, og enn er ikki greitt, hvørjum føroyingar skulu møta.

2023-11-04 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska badmintonlandsliðið, sum í hesum døgum spælir Small States of Europe kapping á Malta, er í hálvfinaluni. Hetta er fyrstu ferð, at badminton er umboðað í hesi kapping.

Í gjár spældu tey innleiðandi dystirnar móti Liechtenstein og Malta, og í dag móti Gibraltar. 

Og væl hevur verið sligið - Føroyar vunnu bólkin. Tey vunnu allar sínar dystir - 5-0 móti Liechtenstein, 3-2 móti Malta, sum er seedað nummar 1, og 5-0 móti Gibraltar.

Enn er ikki greitt, hvørjum tey skulu møta í hálvfinaluni. Tí í hinum bólkinum, har Ísland, Grønland, Kypros og Isle of Man kappast er kappingin meiri jøvn. Londini hava vunnið móti hvørjum øðrum.

Føroyar spæla hálvfinaluna kl. 13.30 føroyska tíð í dag. Til ber at fylgja við dystunum, leinkið verður lagt á facebook síðuna hjá Badmintonsambandinum beint fyri dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder