Fótbóltur

Bæði Adrian og Meinhard á vikuliðnum fyri 1. umfar

Frálík føroysk byrjan í næstbestu donsku deildini.

Adrian Rúnason Justinussen skoraði, og Meinhard Egilsson Olsen stóð fyri sterkum avriki og helt millum annað málið reint fyri Kolding (Mynd: Kolding IF)

Adrian Rúnason Justinussen skoraði, og Meinhard Egilsson Olsen stóð fyri sterkum avriki og helt millum annað málið reint fyri Kolding (Mynd: Kolding IF)

2025-07-21 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu leygardagin, fingu føroyingarnir í næstbestu donsku deildini eina frálíka byjran uppá kappingárið.

Adrian Rúnason Justinussen og Hillerød tóku ímóti Middelfart. Adrian legði upp til fyrra málið hjá Hillerød og skoraði sjálvur avgerandi málið til 2-1: Føroyski vongurin smekkaði bóltin uppundir nettakið.

Superliga-niðurflytararnir úr Aalborg fingu einki burturúr í Kolding, hóast AaB var í yvirtali í yvir ein hálvleik. Meinhard Egilsson Olsen og teir á hemaliðnum vóru tó stinnir og vunnu 1-0.

Martin Agnarsson spældi eisini 90 minuttir og var eisini við at halda málið reint. Hetta var í fyrsta dysti hansara og Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini - uppflytararnir fingu óvæntað málleysan javnleik í Horsens.

Sí eisini: Adrian avgjordií fyrsta umfari - Meinhard og teir vunnu í undirtali móti Aab

Adrian og Meinhard á vikuliðnum

Avrikini hjá tveimum av føroyingunum eru so mikið góð, at teir hava fingið pláss á vikuliðnum.

Hetta hava "1. Division" og "Viaplay Sport" staðið fyri - og hetta hevur Adrian Justinussen fingið at vita á sínum 27-ára føðingardegi. Føroyingurin stendur sum áleypari á liðnum.


[object Object]
Skíggjamynd

Báðir hava roynt tað áður. 28-ára gamli Meinhar Egilsson Olsen var undir skurð í mai men er komin ógvuliga væl fyri seg. Runavíkingurin stendur sum vinstri vongur á liðnum - hann spældi leygardagin sum vongbakkur hjá Kolding.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder