Seinast eitt land vann HM tvær ferðir á rað var í 1962, tá Brasil lyfti steypið í Kili - fýra ár eftir sigurin í Stokkhólmi. Italia vann tvey HM á rað í 1930’unum, og nú kunnu fraklendingar endurtaka hetta óvanliga bragdið.
Didier Deschamps hevur verið oddamður í teimum báðum endaspølunum, ið higartil eru endað við fronskum gulli.Lágvaksni miðvallarin var liðformaður og lyfti harvið HM-steypið fyrst á Stade de France í 1998, og tjúgu ár seinni stjórnaði Deschamps liðnum í Russlandi. Frakland vann 4-2 í finaluni á Kroatia fyri fýra árum síðani og vann millum annað 4-3 á Argentina í áttandapartsfinaluni tá.
Hóast skaðar til lyklaleikarar áðrenn endaspælið og ymsar trupulleikar í Katar, hevur Frakland fyri tað mesta sæð sannførandi út á veg til finaluna aftur hesuferð - i øllum førum hava heimsmeistararnir spælt við støðufesti. Nú skulu Mbappé, Greizmann, Giroud, Varane, Lloris og hinir taka seinasta fetið.
Frakland vann 2-0 á Marokko í hálvfinaluni
Tá Frakland fekk steypið í Moskva í 2018
Til dagliga eru teir liðfelagar í PSG - í dag spæla heimsstjørnurnar um tað størsta steypið (Myndir: EPA)
Hjá Argentina hevur tað fylt nógv, at hetta er seinasta HM-endaspælið hjá Lionel Messi. 35-ára gamli gandakallurin hevur seinastu vikurnar aftur víst, hví hann er so høgt í metum í heimlandinum - og aðrastaðni.
Argentinska liðið hevur fyri tað mesta eisini veruliga hingið saman sum ein eind og spældi serliga eina flotta hálvfinalu moti Kroatia (3-0) Tað verður tó ein stór avbjóðing at koppa Fraklandi av trónuni. Sambært veddingarfyritøkunum er Argeina ein heilt lítil favorittur, men tað verður ógvuliga tætt í finaluni, sum verður bríkslað í gongd klokkan 15 føroyska tíð.
Fótbóltskáta suðuramerikanska landið gjørdist suðuramerikanskur meistari í fjør undir Scaloni. Argentina var í finaluni í trimum út av fýra HM-endaspølum frá 1978 til og við 1990. Tað eydnaðist at vinna umstrídda HM-endaspælið á heimavølli í 1978, og í Meksiko í 1986 rúnarbant Diego Maradona.
Í dag er tíðin og møguleikin hjá Messi at onkursvegna endurtaka til staðar. Fyri átta árum síðani í Brasil, var tað eitt týskt mál í longdu leiktíðini, ið avgjørdi finaluna móti Argentina - tað kann væl verða, at 90 minuttir ikki verða nóg mikið á Lusail leikvøllinum í dag.
Fótbóltsfepur er sjálvsgt kyknaður upp í Argentina...
Har Maradona, Messi og argentinska liðið verða fagnað (Myndir: EPA)
HM-finala
Sunnudagin 18.12.22 - Lusail Stadium
15.00: Argentina - Frakland (DR1/KVF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald