
Londini ið føroyska U21-landsliðið hevur fingið stig ímóti síðani september í fjør - síðani Sámal Erik Hentze tók við sum høvuðsvenjari:
2020:
Ísrael (h)
Montenegro (h)
Kasakstan (ú)
2021:
Armenia (h)
Frakland (h)
Norðurmakedónia (h)
Serbia (ú) - í kvøld (seinasti dystir í ár)
Sigrar
Javnleikir
Samanlagt: 15 stig í 12 dystum
(yvirlit yvir U21-landsdystir - FaroeSoccer)
Av teimum fimm tapunum eru millum annað tvey móti Spania. Talan er um sera flott hagtøl, tá hugsað verður um, at talan er um eitt føroyskt lið, og um hugt verður eftir mótstøðuliðunum - at Sámal Erik Hentze, toymi hansara og ungu menninir hava gjørt nógv rætt seinastu 14 mánaðir, er eingin ivi um.
Teir fyrstu ellivu í Serbia (Mynd: Rúni Klein Joensen)
Føroyski verjuparturin var stinnur í Novi Sad og helt málið reint (Skíggjamynd)
Les eisini: Flottur javnleikur móti Serbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald