Fótbóltur

Bale noktaði at spæla

Tað er ísakalt millum leikarar og venjara í Real Madrid.

Gareth Bale og Zinedine Zidane

Gareth Bale og Zinedine Zidane

2019-07-23 19:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Real Madrid spældi sunnudagin venjingardyst móti Bayern Munchen, sum týskararnir vunnu 3-1. Ein, sum ikki var á vøllinum hendan dagin, var walisiski Gareth Bale hjá Real Madrid.

Tað er ísakalt millum Gareth Bale og venjaran hjá Real Madrid Zinedine Zidane. Zidane hevur sagt, at felagið ætlar sær at selja leikaran, og alt bendir á ætlanirnar at selja eru enn størri nú, tá Bale noktaði at spæla dyst sunnudagin.

Real Madrid fyrireikar seg til venjingardyst móti Arsenal, og í hesum sambandi segði Zidane fyri fjølmiðlunum, at tað var sera týdningarmikið at tað er greitt, at tað var Bale, sum noktaði at spæla dystin móti Bayern Munchen.

Enn er ikki greitt um nakað felag er sinnað at keypa Gareth Bale.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder