Fótbóltur

Ballon d'Or verður av ongum í ár

Vegna serligu umstøðurnar í 2020 hevur France Football tikið hesa avgerðinga.

Lionel Messi vann í fjør sín sætta Ballon d'Or. Tað er met (Mynd: EPA)

Lionel Messi vann í fjør sín sætta Ballon d'Or. Tað er met (Mynd: EPA)

2020-07-21 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 1956 hevur blaðið France Football heiðrað heimsins besta fótbóltsleikara hjá monnum. Í nøkur ár var tað í samstarv við FIFA, men seinastu fýra árini hevur altjóða fótbóltssamgongan havt sín egna heiður fyri heimsins bestu leikarar: "The Best FIFA"

Í gjár gjørdist greitt, at Ballon d'Or verður av ongum í ár. Hetta boðaði France Football frá. Orsøkin er, at fótbóltur hevur bert verið leiktur sum vanligt tveir mánaðir av árinum, og harvið er grundarlagið fyri at geva stóra heiðurin ikki nøktandi.

Lionel Messi vann í fjør á fyrsta sinni síðani 2015. Hetta var Ballon d'Or nummar seks hjá gandakallinum úr Argentina. 33-ára gamli FC Barcelona leikarin fór harvið frammum Cristiano Ronaldo, ið hevur vunnið fimm ferðir síðani 2008.

[object Object]
Lewandowski hevur skorað næstan eftir vild í 2019-2020 (Mynd: EPA)

Favoritturin at vinna hjá monnum í ár var helst Robert Lewandowski. Áleyparin hjá FC Bayern Munchen, ið aftur í ár hevur vunnið Bundesliguna og týsku steypakappingina, hevur skorað 51 mál í 42 dystum í øllum kappingum. 31-ára gamli póllendingurin hevur ongantíð vunnið stóra heiðurin áður, og tað hevur eingin póllendingur yvirhøvur. Bayern hevur so gott sum bæði beinini í fjórðingsfinaluni í Champions League. Lewandowski hevur 11 mál í seks dystum í kappingini.

Í 2018 varð Ballon d'Or Féminin á fyrsta sinni handað. Ada Hegerberg úr Noreg vann tað árið. Í fjør vann Megan Rapinoe úr USA.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder