Hondbóltur

Barcelona og Kiel hittast í Champions League-finaluni í kvøld

Barcelona vann greitt á Mikkel Hansen og PSG í gjárkvøldið - týska stórfelagið koppaði Veszprem eftir longda leiktíð í hálvfinaluni.

Kroatiski spælskiparin hjá Barcelona, Luka Cindric, fegnast, meðan Mikkel Hansen irðar seg. Danin spældi við katalanska felagnum sum ungur - hann hevur ikki roynt at vunnið Champions League (Mynd: EPA)

Kroatiski spælskiparin hjá Barcelona, Luka Cindric, fegnast, meðan Mikkel Hansen irðar seg. Danin spældi við katalanska felagnum sum ungur - hann hevur ikki roynt at vunnið Champions League (Mynd: EPA)

2020-12-29 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er vanligt, at evropeiska hondbóltsárið hjá monnum endar við Final Four og ofta í Lanxess Arena í Köln. Tá eru fyrst hálvfinalurnar á skránni og dagin eftir: Finalan í Champions League. 

Tað er ikki vanligt, at hesir dystirnir verða leiktir millum jól og nýggjar, ið er mitt í kappingarárinum og heilt stutt áðrenn endapæl. Orsøkin til at tað er soleiðis hesuferð, er, sum so mangt annað í 2020, korona. Bólkaspælið í hesari kappingini varð avgreitt eftir ætlan farna heyst, men eingin av knock-out dystunum vórðu leiktir í vár. Liðini sum endaðu nummar eitt og tvey í teimum átta-liðs bólkunum fóru tí beinleiðis víðari til Final Four, ið verður leikt nú sjey mánaðir seinni enn ætlað.

Hetta merkir millum annað, at summir leikarar hava skift felag síðani bólkaspælið og harvið hava feløg mist ymsar leikarar men eisini fingið nýggjar inn, sum nú spæla avgerandi dystir í einari kapping, sum byrjaði 11. september 2019 við einum nýggjum felagi. Eitt dømi er norska stjørnan Sander Sagosen. Hann hevði spælt Final Four, um hann ikki skifti úr PSG í summar, men spælir kortini - nú við THW Kiel.

[object Object]
Sander Sagosen er torførur at støðga (Mynd: EPA)

Hetta merkir, at Sagosen skal spæla finalu í kvøld. Tí Kiel vann sína hálvfinalu í Lanxess Arena í gjárkvøldið, og PSG tapti sína. Liðið úr París byrjaði annars betri enn Barcelona, men so fór álopsmaskinan hjá katalanska liðnum av álvara í gongd, og Kevin Möller kom inn í málið. Danin tók heilt væl frá í 1. hálvleiki, og tað gjørdist ongantíð heilt spennandi eftir steðgin.

PSG royndi seg við sjey ímóti seks. Tað riggaði fínt, men tað eydnaðist ongantíð at tálma Dika Mem, Aron Pálmarsson og hinum Barca-leikarunum í hinum endanum. Eftir ein niðurtúr er Barcelona á veg aftur. Felagið hevur vunnið EHF Chamions League heili níggju ferðir - seinast í 2015 - og tað er greitt flest av øllum. Týska Gummersbach hevur næstflesti heiti (5)

[object Object]
Fraklendingurin Dika Mem gjørdist toppskjútti hjá Barcelona við átta málum - Mikkel Hansen skoraði sjey mál fyri PSG (Mynd: EPA)

[object Object]
Niklas Landin kundi stórfegnast í Köln í gjárkvøldið. Hann hevur nú møguleika at vinna sítt fyrsta Champions League-heiti (Mynd: EPA)

[object Object]
Talan verður, íhvussu er fyri ein part, um ein málverjutvídyst við landsmannin Kevin Möller, ið spældi ein stóran leiklut í hálvfinaluni í gjár (Mynd: EPA)

Kiel kann fáa sítt fjórða heitið í kvøld, um liðið megnar at koppa favorittunum. Í gjár stóð ógvuliga nógv á ímóti ungarska stórliðnum Telekom Veszprem, ið eins og PSG hevur sítt fyrsta Champions League-heiti til góðar. Veszprem, ið tapti í finaluni í fjør og í 2015 móti Barcelona, var uttan skadda Rasmus Lauge og hevði í 1. hálvleiki trupulleikar. Kiel við Sagosen á odda skoraði heili 18 mál, og munurin í steðginum var seks mál.

Í løtum í byrjanini í 2. hálvleiki var munurin seks mál. Men so kom av álvara vend í: Frá 22-16 til Kiel fór tað til 24-28 uppá ikki so langa tíð. Tá lá tað av álvara til Veszprem, men tað stóð á jøvnum eftir 60 minuttir. Í longdu leiktíðini vóru ungarar fyri tað mesta á odda, men at enda koppaði tað til týska liðið. Harvið skulu Landin, Sagosen og hinir spæla finalu í kvøld. Tað verður fyri fyrstu ferð síðani 2014, at THW Kiel skal spæla Champions League-finalu.

Fyrsta bríksl í Köln verður klokkan 19.30. Dysturin um bronsuna byrjar klokkan 17.

EHF Champions League Final Four
Lanxess Arena, Köln

Hálvfinalurnar - 28.12
Barcelona - PSG 37-32 (18-14)

THW Kiel - Veszprem 36-35 e.l.l (29-29)

Finala - 29.12
19.30: THW Kiel - Barcelona

(Dystur um 3. plássið - 17.30: Veszprem - PSG)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder