Fótbóltur

Barcelona og PSG bresta saman í áttandapartsfinalunum

Liverpool og Leipzig hittast, Chelsea skal spæla móti Atletico Madrid, og vinnararnir frá fyrr í ár skulu dystast við Lazio, tá Champions League fer í gongd aftur um tveir mánaðir.

2020-12-14 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku varð seinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League leikt. Har gjørdist millum annað greitt, at Manchester United og Inter ikki rukku áttandapartsfinalunum.

Tað er komandi umfarið, sum er á skránni. Áttandapartsfinalurnar verða leiktar í februar og mars, og nú er greitt, hvussu liðini skulu spæla.

Áhugavert er millum annað, at PSG og Barcelona hittast, eins og tey gjørdu í 2017, tá franska liðið vann 4-0 í París, men har Barca síðani vann 6-1 á Camp Nou. Tá hevði Neymar ein avgerandi leiklut fyri Barcelona. Nú spælir brasilumaðurin fyri PSG - ann skal nú royna at koma fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk í Ligue1 dysti móti Lyon í gjár, áðrenn hann skal royna at senda fyrrverandi felagið úr kappingini.

[object Object]
PSG tapti í august finaluna fyri Bayern (Mynd: EPA)

Barcelona varð saman við Atletico Madrid mett at vera sterkast av liðunum, sum endaðu nummar tvey í bólkaspælinum. Atletico, sum er í oddinum í La Liga, skal stríðast við Chelsea um at koma í fjórðingsfinaluna. Liverpool kom ikki hartil í fjør - hesaferð er Leipzig forðingin.

Manchester City fær eisini týska mótsstøðu, og Bayern, sum vann 2019/2020 útgávuna av kappingini, skal dystast við Lazio, sum fer at luttaka í knock-out dysti fyri fyrstu ferð í 21 ár. 

Tær seks fremstu deildirnar í Evropa eru umboðaðar: Spania og Týskland við fýra liðum hvør - øllum sum vóru í bólkaspælinum - Ongaland og Italia við trimum hvør, og Frakland og Portugal við hvør sínum liði.


Áttandapartsfinalurnar í Champions League

Borussia Mönchengladbach - Manchester City

Lazio - Bayern München

Atletico Madrid - Chelsea 

RB Leipzig - Liverpool

Porto - Juventus

Barcelona - PSG

Sevilla - Borussia Dortmund

Atalanta - Real Madrid

15-16 Febuar: Fyrru dystirnir - liðið sum stendur frammanfyri hevur heimavøll

16-17: Seinnu dystirnr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder