Seinastu tvey árini er Barcelona sligið út úr Champions League á sera dramatiskan hátt, við greiðum ósigrum í seinna dystinum á útivølli eftir ein annars á pappírinum tryggjan heimasigur. Ávíkavist Roma í fjórðingsfinaluni og Liverpool í hálvfinaluni hava varpað Messi og Barcelona út. Hesaferð vórðu Barca-hjørtini knúst á annan hátt. Í fjórðingsfinaluni - sum í ár er ein dystur á uttanveltaðum leikvølli - knústi Bayern München Barcelona.
At teir á týska liðnum vóru sera upplagdir sást týðiliga beinanvegin, og eftir tríggjar minuttir spældi Thomas Müller bandaspæl við Robert Lewandowski og legði við vinstra beininum Bayern á odda. Tríggjar minuttir seinni var tó 1-1. Tað var David Alaba, ið gjørdi sjálvmál. Hetta skakaði tó ikki Bayern nakað serligt. Ætlanin var greit: Trýstið var høgt, og so skuldi Barcelona revsast. Hetta hendi um miðjan 1. hálvleik, tá Seger Gnabry vann bóltin á Barcelona-hálvuni, spældi Ivan Perisic frían, og so var 2-1. Gnabry økti sjálvur til 3-1 í 29. minutti. Nú gekk skjótt hjá teimum hvítkløddu, ið eisini spældu skjótt, og tveir minuttir seinni stútaði Muller eitt innlegg frá Joshua Kimmich í málið.
Liðið hjá Hans Dieter Flick hevði møguleikarnar til fleiri mál, men í 57. minutti birti Luis Suarez eina lítla vón í hjá Barcelona, tá áleyparin fekk bóltin uttanfyri brotsteigin, setti Jerome Boateng av og sendi bóltin framvið Manuel Neuer. Fimm minuttir seinni skoraði Bayern tó sítt fimta mál, og tað var ógvuliga skjótt vinstri bakkurin Alphonso Davies, ið trekti væl inn í brotsteigin, eftir baklinjuni og fann hin bakkin, Kimmich.
Myndir: EPA
Philippe Coutinho var eitt vónbrot í Barcelona, ið hann framvegis er leigaður út frá. Hann kom inn fyri Bayern og stakk veruliga knívin inn. Fyrst legði hann upp til 14. málið hjá Robert Lewandowski í Champions League, og síðani skoraði hann tvær ferðir sjálvur. 8-2, og Bayern vísti veruliga stóra styrki, meðan tvær tjúkkar strikar vórðu settar undir, at Barcelona er í stórum ítróttarligum og bygnaðarligum trupulleikum og langt frá ovastu rók í Evropa. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at Quique Setien yvilivir hetta. Alt ov nógv hongur á Lionel Messi, sum í kvøld varð pakkaður ógvuliga væl inn av einum Bayern-liðið, ið var vælskipaað á so at siga allan hátt. Ein hálvfinala móti City er helst fyri framman - liðið hjá Pep Guardiola spælir í annaðkvøld seinastu fjórðingsfinaluna, sum er ímóti Lyon.
Mynd: EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald