Champions League, Bundesliguna, DFB-pokal, FPL-Super Cup, evropeisku Super Cup nú eisini HM fyri feløg. Tað eru allar kappingarnar, ið Bayern München hevur luttikið í, í 2020. Felagið hevur eisini vunnið allar kappingarnar, og harvið hevur liðið hjá Hansi Flick javnað metið, ið Pep Guardiola og Barcelona settu í 2019, tá liðið vann allar tær seks kappingarnar, ið tað luttók í .
Tað var fraklendingurin Benjamin Pavard, ið skoraði einsamalla málið í finaluni á Tigres úr Meksiko í gjár. Tað kom eftir eitt lítið korter í 2. hálvleiki. Kappingin varð leikt í Katar.
Bayern hevur ikki møguleika at endurvinna týsku steypakappingina, tí liðið tapti heilt óvæntað í Kiel fyri einum mánaði sínum. Bayern liggur tó heilt væl fyri til at vinna Bundesliguna enn einaferð og skal 23. februar í eldin í Champions League, har Lazio er á skránni í áttandapartsfinaluna.
Liverpool vann HM fyri feløg í fjør.
Fótbóltur
Bayern er nú heimsmeistari
Týska stórfelagið hevur vunnið seks steyp seinasta árið og hevur harvið javnað metið hjá Barcelona. Hetta er greitt eftir 1-0 sigurin á Tigres úr Meksiko í gjár.
Mynd: EPA
2021-02-12 17:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald